1978/79
Tað endaði við einari finalu millum føroyameistaran og uppflytaran.
Tofta Talvfelag gjørdi ein ordans vørr hetta fyrsta árið í fremstu deildini. Tá farast skuldi undir seinasta umfar lógu teir borð um borð við Havnina. Og tað bar ikki beinari á, enn at oddaliðini áttu seinna dystin sínamillum eftir í síðsta umfari.
Heilt ungdómur telvaði á Toftum í 70-unum. Helgi Joensen var undangongumaðurin, og aftrat sær hevði hann ein riðil av framfýsnum yngri telvarum – ein skaraði framúr. tað var Jens Chr. Hansen, sum tók øll á bóli stutt eftir hesa liðkappingina, og vann føroyameistaraheitið í einstaklingstalvi.
Hesin finaludystur var ikki telvaður í hølum Havnar Telvingarfelags, men í auluni í Kommunuskúlanum.
18. mars 1979
Havnin – Toftir 3½ – ½
Luitjen Apol – Helgi Joensen ½ – ½
Bjarki Ziska – Jens Chr. Hansen 1 – 0
Jákup Thomsen – Asbjørn Hansen 1 – 0
Andrias Ziska – Wensil Højgaard 1 – 0
Royndirnar mundu vera á muni. Havnin hevði so nógvar javnsterkar telvarar hesi árini, at tað gjørdi ikki mun, at eitt nú Jóan P. Midjord, ið telvaði finalu um FM-heitið móti Jens Christiani Hansen einar tveir mánaðir eftir henda dystin, ella Súni Ziska, sum vann FM sum einstaklingur árið eftir, ikki vóru við í hesum avgerandi dystinum.
Talvið á 1. borði millum Helga Joensen og Luitjen Apol var niðurlagt, men óvist er, um tað var uppafturtikið. Helgi hevði lítlan fyrimun í støðuni, men ikki er vist, at talan var um vinnandi fyrimun. Og soleiðis dysturin endaði, hevði tað ongan týdning, hvat úrslitið so var í hesum talvi. Hartil vóru ratingtølini ikki komin í brúk um hetta mundið.
Vit gita tí – uttan at kunnað skjalprógva tað – at talvið var ikki tikið upp aftur, og tí givið upp fyri javnt.
Taptu toftamenn hesa finaluna, so vunnu teir afturfyri kappingina í tveimum av hinum deildunum, og fingu tí eitt frálíkt kappingarár.
A-deildin
1. Havnin 27
2. Toftir 24½
3. Kollafjørður 22
4. Vestmanna 19½
5. Gøta 19
6. Klaksvík 8½
B-deildin
1. Havnin 20½
2. Kollafjørður 16½
3. Sandavágur 15
4. Miðvágur 14½
5. Gøta 13½
C-deildin (eystur)
1. Toftir 25 stig
2. Strendur 23½
3. Gøta 20
4. Klaksvík11
Rókur tók liðið úr kappingini
C-deildin (vestur) – eingin úrslit
Havnin
Sandavágur
Kollafjørður
Hvalvík
Kaldbak
Hósvík
C-deildin (finala)
Toftir – Havnin 6 – 2
Unglingar (eystur)
1. Toftir 26½
2. Gøta 19½
3. Strendur 18
4. Klaksvík 16
Rókur fór burturúr
Unglingar (vestur)
1. Sandavágur 24½
2. Hvalvík 24
3. Hósvík 16½
4. Kollafjørður 15½
Havnin fór burturúr
Unglingadeildin (finala)
Toftir – Sandavágur 4½ – 3½
Talvsamband Føroya Faroechess