1972-73
So var aftur hørð kapping í oddanum og stórur spenningur – og nýggjur vinnari.
Kollfirðingar, sum árið fyri høvdu vunnið Woodborðið, og soleiðis sent bæði Havnar Telvingarfelag og Vestmanna Talvfelag eina ávaring, gjørdu nú bart í landskappingini.
Tað koma til eina finalu í seinasta umfari millum Kollafjørð og Havnina, og her eydnaðist kollfirðingum at vinna. Í stigum kom at standa á jøvnum, men nú komu innanhýsis sigrarnir kollfirðingum til góðar.
Tvær nýggjar deildir vóru henda veturin, ein C-deild og ein unglingadeild vóru komnar aftrat A- og B-deildunum. Fimm lið í øllum deildum.
Miðvingar vóru nýggir í A-deildini. Teir høvdu árið fyri verið næstbestir í B-deildini, men fluttu upp, tí Havnin, sum vann, var umboðað í deildini framman undan. Gøtu Talvfelag var flutt úr deildini.
Kollfirðingar høvdu fasta manning fyri alt árið. Hanus Joensen, Hans Jacob Johannesen, Niclas Joensen og Óla Kr. Dam mannaðu tey fýra borðini í øllum átta dystunum. Hjá Havnini var fasta manningin hin sama sum árið fyri, Jóan Pætur Midjord, Henry Olsen, Jákup Thomsen og Rubek Rubeksen, men aftrat teimum sóust Thorstein Vilhelm og tveir av teimum gávuríku, yngru limunum í felagnum, Luitjen Apol og Súni Ziska, eisini á 1. liði henda veturin.
Nógv verður skrivað um kappingina í nýggjum talvteigi í Dimmalætting, og tí ber næstan til at seta upp fullfíggjað yvirlit fyri dystirnar í A-deildini.
Úrslitini frá A-deildini 1972/73 eru at finna her: A-deildin 1972/73
B-deildin
1. Havnin 24 stig
2. Klaksvík 20½
3. Gøta 15
4. Kollafjørður 10½
5. Eiði 10
C-deildin
1. Havnin 24 stig
2. Gøta 18
3. Sandavágur 14½
4. Sandavágur 13
5. Kollafjørður 10½
Unglingar
1. Vestmanna 25 stig
2. Kollafjørður 20
3. Klaksvík 16
4. Havnin 12½
5. Gøta 6½
Talvsamband Føroya Faroechess