1980-81
Aftur hørð kapping millum Havnina og Toftir. Nú sæst, at hesi liðini eru vorðin tey sterkastu. Einki av hinum liðunum var av álvara ment at bjóða teimum av.
Toftamenn løgdu seg á odda tíðliga í kappingini. Havnarmenn snávaðu longu í øðrum umfari, tá ið teir taptu 3-1 fyri vestmenningum. Fyrri innanhýsis dysturin millum oddaliðini í fjórða umfari gav havnarmonnum stórsigur. Tvey talv vórðu niðurløgd, men tá ið dystur var lokin, vann Havnin 3½-½. Eftir tað gekk meira javnt á millum oddaliðini bæði.
Í áttanda umfari legði Havnin upp á síðuna á toftamonnum, og so kom seinni innanhýsis dysturin í næstsíðsta umfari. Hann endaði javnur 2 – 2.
Nú stóð á jøvnum fyri síðsta umfar. Toftamenn skuldu henda dagin til Vestmannar, havnarmenn høvdu heimadyst móti Gøtu. Og nú fall avgerðin. Havnin vann 3½-½ á Gøtu, meðan toftamenn taptu 1½-2½ fyri vestmenningum.
Higartil hevur ikki eydnast at fáa uppspurt nakað nevnivert um hvørjir telvaðu, og hvussu innanhýsis talvini endaðu.
A-deildin
Dystarúrslitini eru at finna her: A-deildin 1980/81
1. Havnin 29
2. Toftir27
3. Kollafjørður 22½
4. Vestmanna 18½
5. Gøta 15
6. Miðvágur 8
B-deildin
1. Sandavágur 32½
2. Toftir19½
3. Klaksvík 19
4. Havnin 18
5. Kollafjørður 17
6. Gøta 14
C-deildin (eystur)
1. Strendur 14½
2. Toftir 14
3. Streymur 14
4. Gøta
C-deildin (vestur)
1. Havnin 22½
2. Sandavágur 201
3. Hósvík 17½
4. Kollafjørður 10
5. Kaldbak 9½
Finala í C-deildini
Strendur – Havnin 2½ – 5½
Unglingar (eystur)
1. Hósvík 19
2. Toftir a 18½
3. Gøta 8
4. Streymur b 2½
Unglingar (vestur)
1. Havnin 20½
2. Toftir b 15
3. Streymur a 10½
4. Sandavágur 2
Finala í U-deildini
Havnin – Hósvík 5½ – 2½
Talvsamband Føroya Faroechess