Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / 1989 – Havnin aftur meistari
Vinstrumegin tveir av telvarunum á vinnandi HT-liðnum í 1989, Jóan P. Midjord og Jóan Hendrik Andreasen. 

1989 – Havnin aftur meistari

Eftir fimm ára meistaraloysi var Havnar Telvingarfelag aftur á tindinum.

Spenningurin var líka stórur sum árið fyri, og annað árið á rað var bara eitt hálvt stig á muni millum oddaliðini.

Klaksvíkingar vóru ikki av álvara við í FM-stríðnum hesaferð. Steintór Rasmussen og Rani Nolsøe vóru báðir farnir av landinum í lestrarørindum, og tað mundi vera missur, ið illa bøttist fyri.

Nýggjur kappingarneyti hjá Havnini var Kollafjørður. Har vóru yngri telvarar komnir framat, nevnast mugu brøðurnir Torbjørn og Bernhard Thomsen av Oyrareingjum, sum høvdu tikið seg nógv fram seinnu árini.

Á havnarliðnum sást nýggjur ungur maður, 20 ára gamli Heini Danielsen. Hann og eitt ár yngri Jóan Hendrik Andreasen trektu miðalaldurin niður. Hinir tríggir, Jóan P. Midjord, Súni Ziska og Luitjen Apol vóru kortini framvegis í bestu árum, Luitjen og Súni ovarlaga í 30-unum, og Jóan Petur fyrrapartin í 40-árunum.  Hoyvíkingurin Heini Danielsen flutti á heysti 1989 til Danmarkar at lesa, og var tí bara hetta eina árið á besta liðnum hjá Havnar Telvingarfelag. Í Danmark, har hann hevur búð síðani, telvaði hann í fleiri ár í føroyska talvfelagnum í Keypmannahavn, men seinastu tjúgu árini hevur Heini ikki telvað. 

Tað endaði við einari finalu, tí oddaliðini Havnin og Kollafjørður møttust í seinasa umfari. Havnin var eitt hálvt stig fremri, og javnleikurin 2 – 2 vissaði teimum tí meistaraheitið. Yngru menninir gingu undan; Heini Danielsen og Jóan Hendrik Andreasen vunnu á aftaru borðunum í tí avgerandi dystinum.

Hendan veturin telvaðu øll liðini í deildini á sama staði. Tað bar í sær størri spenning og meiri samansjóvan, vansin var, at útidystirnir fleirfaldaðust.

Úrslitini frá 1. deild eru at finna her: 1. deild 1988/89

2. deild

1. Sandavágur 23

2. Havnin 22½

3. Vestmanna 22

4. Toftir 18

5. Runavík 17½

6. Hósvík 17

3. deild (vestur)

1. Kollafjørður 24½

2. Havnin b 17

3. Miðvágur 15

4. Rókur 13

5. Hósvík 10½

3. deild (eystur)

1. Havnin a 26½

2. Gøta 16½

3. Klaksvík 14½

4. Toftir 12

5. Runavík 10½

Finala í 3. deild

Kollafjørður – Havnin 6½ – 1½

Sí eisini

1987 –  leingi er tað, ið væl skal vera

1986-87 Flest øll mundu unna Tofta Talvfelag FM-heitið. Hvussu ofta høvdu teir ikki verið næstbestir? …