1979-80
Havnin endurvann FM-heitið, men stutt var millum fremru liðini.
Toftamenn vístu, at góða úrslitið árið fyri kom ikki av óvart. Annað árið á rað vóru teir við í FM-stríðnum til tað síðsta. Sama var við vestmenningum. Teir vóru við í toppinum allan vegin.
Avgerandi er, at havnarmenn vinna báðar dystirnar móti toftamonnum.
Vit vita lítið og einki um, hvørjir telvaðu. Bløðini skrivaðu ikki um dystirnar, og dómaraseðlar síggjast ongastaðni. Vit síggja kortini í HT-felagsblaði, sum unglingar skrivaðu eitt stutt skifti, at í fyrra dystinum millum Havnina og Toftir hevur Havnar Telvingarfelag hesa manning:
1. Luitjen Apol
2. Jákup Thomsen
3. Súni Ziska
4. Andrias Ziska
Á allarfyrsta ratinglistanum, sum Talvsamband Føroya kunngjørdi í november 1979, stendur Súni Ziska ovast. Tí er kanska at undrast á, at hann um somu tíð telvar á triðja borði. Stutt eftir liðkappingina vinnur hann FM-heitið fyri einstaklingar.
Hjá toftamonnum er ungi føroyameistarin Jens Chr. Hansen rímiligt á fyrsta borði, og Helgi Joensen á øðrum borði. Teir vóru berandi bjálkar á liðnum í mong ár. Aftrat teimum trokaðust fleiri um aftaru borðini. Har finna vit ofta veteranin Justinus Hansen og Wensil Højgaard.
Sandavágsmenn dragnaðu afturúr og fluttu niður.
A-deildin
Dystarúrslitini eru at finna her: A-deildin 1979/80
1. Havnin 26½
2. Toftir 24½
3. Vestmanna 23½
4. Kollafjørður 17½
5. Gøta 17
6. Sandavágur 11
B-deildin
1. Miðvágur 19
2. Havnin 18
3. Kollafjørður 15½
4. Klaksvík 14
5. Toftir 13½
C-deildin (eystur)
1. Toftir 23
2. Hósvík 19
3. Strendur 17½
4. Streymur 12
5. Gøta 2 8½
C-deildin (vestur)
1. Gøta 1 30½
2. Sandavágur 25½
3. Havnin 22½
4. Kaldbak 22
5. Miðvágur 13
6. Kollafjørður 6½
Finala í C-deildini
Toftir – Gøta 4½ – 3½
Unglingar (eystur)
1. Streymur 18
2. Toftir14½
3. Hósvík 10½
4. Gøta 2 5
Unglingar (vestur)
1. Gøta 1 17
2. Toftir 16½
3. Havnin 8½
4. Sandavágur 6
Finala í U-deildini
Streymur – Gøta 5½ – 2½
Talvsamband Føroya Faroechess