1984-85
So fall drúgva einaræðið hjá Havnar Telvingarfelag í fremstu deildini. Og tað við einum braki. Havnarmenn endaðu næstan afturi á halanum, og vóru hálvavegna í niðurflytingarvanda.
Í bókini “Føroysk telving í 20.øld” (1997), verður sagt soleiðis um hetta kappingarárið:
Kappingin gjørdist merkisverd á tann hátt, at at tað nú umsíðir eydnaðist einum av hinum liðunum at vinna seg upp á tindin og sostatt bróta átta ára longu meistaraheitsrøð Havnar Telvingarfelags.
Og tað var vorðið, sum fall! At kalla somu menn, sum nú høvdu vart einaræðissigursrøð felagsins, vórðu í nøkrum skelkandi ósigrum ávaraðir um eitt nýtt ættarlið, sum fór at seta annan dám á kappingarnar komandi árini.
Liðini, sum serliga mundu njóta ágóðan av yngri, nýggjum kreftum, vóru Streymur og Klaksvík, og úrslitini, teir fingu, vóru tey bestu, sum feløgini nakrantíð høvdu havt.
Teir, sum loksins koppaðu havnarmonnum, vóru vestmenningar, sum nú vórðu meistarar á øðrum sinni. Sigurin var greiður, tí trý stig vóru teir undan teimum næstu. Millum næstu fýra liðini vóru bara tvey stig á muni.
Besta úrslitið á vestmannalinum hevði John Jacobsen, sum nú av álvara var farin at telva aftur, eftir at hann mestsum kastaði frá sær, tá hann var vorðin føroyameistari í 1978.
Ein nýggj deild – dreingjadeildin – og eitt nýtt felag – Deyvatalvfelagið – komu undan kavi hendan veturin.
Úrslitini frá 1. deild eru at finna her: 1. deild 1984/85
2. deild
1. Gøta 27
2. Strendur 23
3. Kollafjørður 22
4. Havnin 19½
5. Sandavágur 16½
6. Toftir 12
3. deild (vestur)
1. Havnin 20½
2. Kollafjørður 20½
3. Miðvágur 18
4. Vestmanna 17½
5. Deyvafelagið 3½
3. deild (eystur)
1. Hósvík 28
2. Runavík 27½
3. Gøta 20
4. Strendur 19
5. Toftir 16½
6. Streymur 7
Finala í 3. deild
Havnin – Hósvík 4½ – 3½
Unglingar
1. Havnin 27
2. Streymur 23½
3. Runavík 14
4. Gøta 9½
5. Toftir 6
Dreingir
1. Havnin 29
2. Hósvík 18
3. Runavík 17
4. Kollafjørður 13½
5. Streymur 3½
Talvsamband Føroya Faroechess