1985-86
Í 1986 hendi tað, sum higartil er eindømi. Fýra telvarar úr bygd við færri enn 300 íbúgvum, vinnur meistaraheitið í talvi.
Fýra hvalvíkingar telvaðu allar tíggju dystirnar á 1. liði hjá Streymi hetta kappingarárið. Gunnar Joensen, Martin Brekká, Finnbjørn Zachariassen og Hanus Brekká. Hetta var triðja árið, at teir kappaðust í bestu deildini. Fyrsta árið vóru teir nummar fimm, síðani nummar trý, og nú gjørdu teir bart.
Gunnar Joensen var tann elsti og mest royndi, hann hevði í fleiri ár telvað á 1. liði hjá Kollafjarðar Talvfelag. Hinir tríggir vóru ungir menn í føgrum blóma. Hanus Brekká var unglingaføroyameistari í 1984, og Finnbjørn Zachariassen vann FM-heitið fyri unglingar hetta sama árið.
Leingi var líkt til, at havnarmenn fóru at vinna aftur FM-heitið, sum teir so ruddiliga mistu árið fyri, men í næstsíðsta umfari vunnu sundalagsmenn toppdystin, og løgdu seg á odda.
Spenningur var til síðsta leik í síðsta umfari. Havnin vann tá 3-1 á vestmenningum, sum nú duttu niður aftur í 2. deild sum føroyameistarar – tað var heldur ikki komið fyri fyrr. Sundalagsmenn høvdu nú sum minstamark fyri neyðini javnleik 2-2, skuldu teir vinna FM. Streymur telvaði móti Gøtu Talvfelag. Teir fluttu upp árið fyri, og høvdu á fyrsta borði sterkan danskan telvara, Leif Kristensen – nummar 25 á danska styrkilistanum, tá ið hann í 1985 flutti til Føroyar at arbeiða sum lærari á studentaskúlanum í Kambsdali.
Streymur var aftanfyri 2-1, tá eitt talv var eftir. Alt lá nú á Hanusi Brekká. Og tað gjørdist eitt rættiligt roktalv móti Petur Páll Mikkelsen. Til endans vóru heili fýra frúgvar á borðinum. Og í øllum hurlivasanum setti Hanus gøtumannin skákmát, og so var Streymur føroyameistari.
Úrslitini frá 1. deild eru at finna her: 1. deild 1985/86
2. deild
1. Kollafjørður 30
2. Sandavágur 24
3. Havnin 20
4. Hósvík 19½
5. Strendur 18
6. Toftir 8½
3. deild
1. Kollafjørður 23½
2. Miðvágur 23
3. Havnin 21
4. Vestmanna 20½
5. Runavík 20½
6. Gøta 12
Unglingar
1. Havnin a 24
2. Havnin b 19½
3. Runavík
4. Gøta 15
5. Toftir 3½
Dreingir
1. Hósvík 17
2. Sandavágur 15
3. Vestmanna 10½
4. Klaksvík 5½
Talvsamband Føroya Faroechess