1986-87
Flest øll mundu unna Tofta Talvfelag FM-heitið. Hvussu ofta høvdu teir ikki verið næstbestir? Nú bragdaði endiliga.
Liðini vóru javnari enn vant. Minni enn seks stig vóru á muni millum topp og botn. Men sigurin hjá toftamonnum var tryggur.
Strandingurin Bogi Ziska var nú farin at telva við toftamonnum. Tað var styrkur, ið munaði. Sama ár vann hann eisini FM-heitið sum einstaklingur. Fýra telvarar vóru fastir á liðnum hjá Tofta Talvfelag í øllum dystunum. Jens Chr. Hansen, Helgi Joensen og Wensil Højgaard vóru hinir tríggir.
Gøtu Talvfelag hevði nú lagt seg út í oddastríðið. Leif Kristensen var sannur fongur á 1. borði, og nú legðist John Rødgaard aftrat. Hann var við í trimum dystum.
Gøta, Havnin og Klaksvík togaðust um annað plássið. Havnin dúvaði framvegis upp á gomlu risarnar, men eitt stigvíst ættarliðsskifti hómast í havsbrúnni. Tveir av gylta unglingaliðnum hjá HT í 1983 sluppu nú at royna seg. Magnus Egholm stóð seg væl í trimum dystum, men longu um heystið var fulgurin flogin. Hjá klaksvíkingum sæst skrokkurin til eina bjarta framtíð. Frændurnir, Olsen-brøðurnir, Haldur Suni og felagsmaðurin Petur Hans borgaðu fyri góðsku.
Og hvussu var so vorðið við føroyameistarunum úr Sundalagnum? Jú, teir vóru fyri somu lagnu sum vestmenningar, tá teir í 1984 vunnu meistaraheitið. Teir fluttu niður árið eftir, og nú henda tað sama sundalagsmonnum. Við somu manning, sum hevði vunnið meistaraheitið í 1986, endaðu teir aftast í 1987 og fluttu niður.
Nýtt felag úr Skopum er við í unglingadeildini. Teir kalla seg Rókur, eins og felagið á Oyri, sum nú var óvirkið. Og vit síggja, at í dreingjadeildini vinnur Sandavágur í stórum stíli. Kanska fyrsta tekin um stóru vendina, sum seinni sást í vestri.
Úrslitini frá 1. deild eru at finna her: 1. deild 1986/87
2. deild
1. Havnin 26
2. Kollafjørður 22½
3. Vestmanna 21½
4. Sandavágur 21
5. Hósvík 18
6. Strendur 11
3. deild (A)
1. Havnin 1 24
2. Miðvágur 22
3. Toftir 17
4. Runavík 2 15
5. Deyvafelagið 2
3. deild (B)
1. Runavík 1 20
2. Gøta 17½
3. Havnin 17½
4. Streymur 15
5. Klaksvík 11
Finala í 3. deild
Runavík 1 – Havnin 1 4½ – 3½
Unglingar
1. Havnin 41½
2. Toftir 21½
3. Streymur 18
4. Rókur 15
Dreingir
1. Sandavágur 25
2. Kollafjørður 18½
3. Vestmanna 17½
4. Hósvík 13½
5. Streymur 5½
Talvsamband Føroya Faroechess