1987-88
Klaksvíkingar og havnarmenn vóru í hørðum víggi um meistaraheitið hendan veturin. Eitt hálvt stig var á muni til endans. Spenningurin helt sær til síðsta talvið var liðugt.
Tað stóð á jøvnum millum oddaliðini, tá farið var undir dystirnar í síðsta umfari. Klaksvíkingar fingu vestmenningar norður, havnarmenn skuldu til Kollafjarðar. Havnarmenn vunnu 3-1, sum var gott úrslit, men klaksvíkingar spentu seg út og fingu eitt hálvt aftrat. Wille Olsen sat sum síðsti maður eftir hjá klaksvíkingum. Honum eydnaðist at vinna, dysturin endaði tí 3½-½, og so hevði Klaksvíkin fingið sítt fyrsta FM-heiti.
Sigurin mundi fløva. Brátt vórðu telvararnir fagnaðir við blómum frá býráðnum. FM-sigurin var ein nátúrligur liður í stóra framburðinum í felagnum. Ongastaðni vóru so nógvir javnsterkir telvarar í 20-árunum hesi árini sum í Klaksvík. Øllum mundi tí vera greitt, at tað var helst bara ein spurningur um tíð, nær teir vunnu.
Havnarliðið var eitt bland av nýggjum og góðum gomlum. Tað merkisverda er, at eingin av Ziska-brøðrunum var við. Afturímóti sást John Rødgaard á havnarliðnum í trimum dystum. Luitjen Apol, Jóan P. Midjord og Jákup Thomsen vóru eftir av teimum royndu – Jákup Thomsen hevði sítt seinasta kappingarár í bestu deildini. Suni Merkistein og Jóan Hendrik Andreasen umboðaðu nýggja ættarliðið – Jóan Hendrik, ið júst var fyltur 18, gjørdist toppskjútti hjá havnarmonum í sínum fyrsta kappingarári.
Tofta Talvfelag var ikki ment at endurvinna meistaraheitið. Bogi Ziska var farin til Danmarkar í lestrarørindum, og tað var missur, ið merktist hjá toftaliðnum. Tvey ár seinni var Bogi við til at vinna DM-heitið í landskappingini í talvi við felagnum Skolerne í Århus.
Leif Kristensen var framvegis aðalstuðilin á liðnum hjá Gøtu Talvfelag, men flutti seinni um heystið til Danmarkar aftur at búgva.
Úrslitini frá 1. deild eru at finna her: 1. deild 1987/88
2. deild
1. Streymur 28½
2. Havnin 22½
3. Sandavágur 22½
4. Runavík 16½
5. Hósvík 16
6. Kollafjørður 14
3. deild (vestur)
1. Miðvágur 35
2. Havnin 31
3. Streymur 21½
4. Hósvík 15
5. Rókur 9
6. Gøta 2 8
3. deild (eystur)
1. Toftir 30
2. Strendur 28½
3. Gøta 1 25½
4. Klaksvík 18½
5. Runavík 15½
6. Deyvafelagið 3
Finala í 3. deild
Toftir – Miðvágur 8½ – 7½
Unglingar
1. Havnin 12½
2. Toftir 11½
Dreingir
1. Sandavágur 33½
2. Kollafjørður 26
3. Rókur 25
4. Havnin 23½
5. Hósvík 10½
6. Toftir 1½
Talvsamband Føroya Faroechess