1981-82
Havnin vann aftur í harðari kapping við Toftir, men hesaferð stóð á gomlum nøglum. Hesi bæði liðini vóru nú í flokki fyri seg.
Toftamenn fingu eina flúgvandi byrjan og løgdu seg á odda. Havnarmenn fingu ikki rættiliga ferð á, og dragnaðu tí so líðandi afturúr. Tá ið oddaliðini brustu saman á øðrum sinni í sjeynda umfari, høvdu toftamenn vunnið sær høgliga leiðslu við hálvumfimta stigi. Hetta var síðsti møguleikin hjá havnarliðnum.
Og hvat hendi? Vit fingu eitt av mest óvæntaðu úrslitum í einum avgerandi toppdysti. Havnin vann heili 4-0. Ikki færri enn trý av talvunum vórðu niðurløgd. Á 1. borði tóktist Jens Christian hava avgerandi fyrimun, men eitt herviligt mistak ber í sær, at Súni brádliga lá omaná. Alt lagaði seg henda dagin til fyrimunar fyri havnarmenn.
Kappingin harðnaði nú av álvara. Toftamenn snáva í næstsíðsta umfari, og fáa einans javnleik móti Sandavági. Nú ota havnarmenn seg framum, og varðveita hesa leiðslu í síðsta umfari.
Spenningur var eisini í hinum endanum, og her lívbjargaðu vágamenn sær í hørðum stríði við gøtumenn.
Úrslitini í A-deildini eru at finna her: A-deildin 1981/82
B-deildin
1. Klaksvík 28
2. Havnin 25
3. Toftir 24
4. Miðvágur 16
5. Kollafjørður 15
6. Strendur 10½
C-deildin
1. Streymur 31
2. Hósvík 29½
3. Toftir a 27½
4. Gøta 26½
5. Toftir b 26
6. Sandavágur 21
7. Hósvík 7
Unglingar (vestur)
1. Havnin 23½
2. Hósvík 14
3. Kollafjørður 9½
4. Toftir b 1
Unglingar (eystur)
1. Streymur 20½
2. Toftir a 14
3. Gøta 9
4. Strendur 4½
Finala í U-deildini
Streymur – Havnin 6½ – 5½
Talvsamband Føroya Faroechess