
1983-84
Enn ein tryggur HT-sigur – hin áttandi á rað.
Annað árið á rað vann FM-manningin allar tíggju dystirnar. Súni Ziska, Luitjen Apol, Andrias Ziska og Jákup Thomsen telvaðu flestu dystirnar. Jákup Thomsen var toppskjútti við fullum stigatali. Oman á hetta fekk hann so gott úrslit í FM-einstaklingakappingini á páskum, stutt eftir at liðkappingin var av, at hann telvaði seg á OL-liðið – tíggju ár eftir seinastu OL-luttøku sína.
Nýtt felag í landskappingini var Runavíkar Talvfelag. Ein av aðalstuðlunum var Bjarki Ziska, sum var fluttur hagar at búgva, og sum Havnar Telvingarfelag tí misti.
Kollafjarðar Talvfelag vann B- og C-deildina, og Havnin vann A-deildina og unglingadeildina.
Hetta var seinasta árið, at deildirnar vórðu flokkaðar í bókstavarøð – árið eftir er tað 1. deild, 2. deild og soleiðis niður eftir.
Úrslitini frá A-deildini eru at finna her: A-deildin 1983/84
B-deildin
1. Kollafjørður 28
2. Havnin 22½
3. Strendur 22½
4. Gøta 20½
5. Toftir 15½
6. Streymur 11
C-deildin (eystur)
1. Hósvík 24
2. Klaksvík 22
3. Toftir 22
4. Gøta 21
5. Runavík 17
C-deildin (vestur)
1. Kollafjørður 24½
2. Havnin 22
3. Vestmanna 20½
4. Runavík 7
5. Deyvafelagið 6
Finala í C-deildini
Kollafjørður – Hósvík 6½ – 1½
Unglingadeildin (eystur)
1. Streymur 28
2. Toftir 24
3. Gøta 16
4. Hósvík 10
5. Runavík
Unglingadeildin (vestur)
1. Havnin 14½
2. Sandavágur 6
3. Runavík 3½
Finala í unglingadeildini
Havnin – Streymur 5½ – 2½
Talvsamband Føroya Faroechess