
Seinastu Tíðindini
Beinleiðis stroyming frá 3. umfari
Dysturin í 3. umfari ímillum Høgna Egilstoft Nielsen og Rógva Egilstoft verður stroymdur á YouTube.
Høgni og Luitjen á odda
Nú tvey umfør eru telvað av føroyameistarakappingini í talvi, eru tað Høgni Egilstoft Nielsen og Luitjen Akselsson Apol, sum hava lagt seg á odda í landsliðsbólkinum. Júst hesir báðir hava fyrr verið stavn um stavn í kapping um føroyameistaraheitið. Tað var fyri tveimum árum síðani í 2020, tá teir endaðu javnir í kappingini. Í umdystinum var Høgni Egilstoft Nielsen tó sterkari og gjørdist tá føroyameistari fyri aðru ferð. Les meira »
Myndir frá 2. umfari



Favorittarnir væl frá byrjan
Fyrstu leikirnir vórðu í dag fluttir við 51. føroyameistarakappingina í talvi, sum í hesum døgum verður hildin á Eiði.
Myndir frá 1. umfari

Beinleiðis frá FM einstaklingakappingini
Til ber at fylgja við beinleiðis frá FM einstaklingakappingini, ið byrjar í dag kl. 14.
Trýst her ella far á https://live.faroechess.com/ fyri at síggja talvini.
Aðalfundurin verður 4. maj
Aðalfundurin hjá Talvsambandi Føroya verður mikudag tann 4. maj 2022 kl. 18:00 í Finsen í Havn. Les meira »
Helgi fremri enn íslendingar
Seinasta freist at melda til FM í talvi nærkast
Í døgunum frá 9. – 15. apríl verður FM í talvi fyri einstaklingar á skránni, og fyri fyrstu ferð í 50 ára søguni hjá FM verður kappingin hildin á Eiði. Tað er Talvfelagið Rókur, sum skipar fyri kappingini saman við Talvsambandi Føroya.
Talvsamband Føroya Faroechess