Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Oddaliðini vunnu spælandi

Oddaliðini vunnu spælandi

Tað styttist við einum hálvum stigi millum oddaliðini Sandavág og Havnina í fremstu deildini í landskappingini í talvi sunnudagin.
 
Hesaferð eydnaðist A-liðnum hjá Havnini at vinna 4-0 á felagsins B-liði í innanhýsis dysti teirra millum. Ofta hevur B-liðið argað A-liðið, men hesaferð vóru føroyameistarnir eirindaleysir. Helgi Dam Ziska, Martin Poulsen, Olaf Berg og Carl Eli Samuelsen vunnu allir.

Vágamenn vunnu í sínum lagi stórsigur á kollfirðingum. Tað bleiv tó ikki 4-0, men 3½-½. Silas Eyðsteinsson mátti sættast við remis á triðja borði móti veteraninum Bernhardi Thomsen.
 
Sandavágur er nú tvey stig frammanfyri Havnina. Skal ein verulig FM-finala fáast í síðsta umfari, tá oddaliðini hittast til hin seinna innanhýsis dystin, skal munurin helst ikki gerast størri enn hann longu er.
 
Í triðja dystinum í 1. deild endaði tað við javnleiki millum bæði klaksvíksliðini. A-liðið vann á ovaru borðunum, B-liðið á teimum aftaru.
 
Føroyameistarin Høgni Egilstoft Nielsen (vinstrumegin á myndini) úr Sandavágs Talvfelag. Hann hevur verið flúgvandi í landskappingini í vetur, og hevur fult stigatal – seks stig í seks dystum.
 

 

Dystirnir í sætta umfari í 1. deild sunnudagin vóru hesir:


6. Umfar tann 2023/01/22 kl. 14:00
Bo. 6   Sandavágs Talvfelag 1 Rtg 1   Kollafjarðar Talvfelag 1 Rtg 3½: ½  
1.1 FM
 
Egilstoft Rogvi
2274  
 
Djurhuus Arant
1791 1 – 0  
1.2 FM
 
Nielsen Hogni Egilstoft
2394  
 
Morkore Rogvi
1736 1 – 0  
1.3  
 
Eydsteinsson Silas
2050  
 
Thomsen Bernhard
1988 ½ – ½  
1.4  
 
Nielsen Jon I Horni
2023  
 
Jacobsen Eivind
1699 1 – 0  
Bo. 5   Klaksvíkar Talvfelag 2 Rtg 2   Klaksvíkar Talvfelag 1 Rtg 2 : 2  
2.1  
 
Baldursson Rani
2012  
 
Simonsen Olavur
2189 0 – 1  
2.2  
 
Rasmussen Steintor
1990  
 
Nolsoe Rani
2081 0 – 1  
2.3  
 
Gregersen Hedin
1919  
 
Petersen Terji
2043 1 – 0  
2.4  
 
Gaard Ingolf
1913  
 
Olsen Wille
2011 1 – 0  
Bo. 4   Havnar Telvingarfelag 2 Rtg 3   Havnar Telvingarfelag 1 Rtg 0 : 4  
3.1  
 
Hansen Herluf
1994 GM
 
Ziska Helgi Dam
2543 0 – 1  
3.2  
 
Berg Margar M.
1912 FM
 
Poulsen Martin
2311 0 – 1  
3.3  
 
Ziska Andrias
1879 FM
 
Berg Olaf
2204 0 – 1  
3.4  
 
Joensen Oli
1763 FM
 
Samuelsen Carl Eli Nolsoe
2171 0 – 1
 
 

1. deild – støðan eftir sætta umfar

Rk. Lið 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b  TB1   TB2 
1 Sandavágs Talvfelag 1  *   *        3   4 20 12
2 Havnar Telvingarfelag 1    *   *      4 4   18 10
3 Klaksvíkar Talvfelag 2 ½      *   *  2 2 4   1   11 4
4 Klaksvíkar Talvfelag 1 ½   ½   2 2  *   *      9 4
5 Havnar Telvingarfelag 2 1   0 0      *   *    7,5 4
6 Kollafjarðar Talvfelag 1 0 ½ 0   3        *   *  6,5 2


Dystirnir í sjeynda umfari í 1. deild verða annan sunnudag.
 
7. umfar (5. februar)
Havnin B – Sandavágur
Havnin A – Klaksvík B
Klaksvík A – Kollafjørður
 

Hinar deildirnar
 
Telvað varð í øllum deildum um vikuskiftið. Í stuttum er at siga, at kappingin er jøvn og spennandi í øllum deildum. 
 
Sandavágs Talvfelag er á odda í 2. deild eins væl og í 1. deild, og stendur tí til at fáa tvey lið í bestu deildini komandi kappingarár. Tá kann henda seg, at bara trý feløg eru umboðað í deildini – øll við tveimum liðum hvørt.
 
Í 3. deild eru sundalagsmenn í Róki á odda, men teir eru í harðari kapping við fleiri lið. Og í 4. deild stendur á jøvnum í toppinum millum gøtumenn og klaksvíkingar.
 
Í unglingadeildini eru havnardreingir á odda.

2. deild – støðan

Rk. Lið 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b  TB1   TB2 
1 Sandavágs Talvfelag 2  *   *  3     2   3   14,5 9
2 Klaksvíkar Talvfelag 3 1  *   *  2         13 7
3 Kollafjarðar Talvfelag 2   2    *   *    2   13 6
4 Vestmanna Talvfelag 1     ½  *   *    3   11,5 6
5 Havnar Telvingarfelag 4 2          *   *  1 11 5
6 Havnar Telvingarfelag 3 1   ½   2   1   3  *   *  9 3


3. deild – støðan

Rk. Lið 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b  TB1   TB2 
1 Talvfelagið Rókur 1  *   *    3   0   3   15,5 10
2 Kongshavnar Talvfelag 1 ½    *   *    3     14,5 8
3 Sandavágs Talvfelag 4 1      *   *      3 14 8
4 Tofta Talvfelag 1 4   ½ 1    *   *  1   4   12 4
5 Kollafjarðar Talvfelag 3 1 ½ ½   ½   3    *   *    8 4
6 Sandavágs Talvfelag 3     1 0      *   *  8 2


4. deild – støðan

Rk. Lið 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10  TB1   TB2 
1 Gøtu Talvfelag 1  *    3 3 4 4       16,5 10
2 Klaksvíkar Talvfelag 4    *      3   4 4 4 16,5 8
3 Vestmanna Talvfelag 2 1    *  3     3 4   14,5 8
4 Havnar Telvingarfelag 5   1  *      3   3 4 12,5 6
5 Klaksvíkar Talvfelag 5 1      *    4 2   12 7
6 Talvfelagið Rókur 2 0 1        *    3 3 9,5 6
7 Gøtu Talvfelag 2 0   ½ 1    *      4 7 2
8 Kongshavnar Talvfelag 2   0 1   0    *    3 5,5 2
9 Tofta Talvfelag 2   0 0 1 2 1      *    4 1
10 Talvfelagið Rókur 3   0   0   1 0 1    *  2 0



Unglingar – støðan

Rk. Lið 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b  TB1   TB2 
1 Havnar Telvingarfelag 1  *   *  2       4   4   16 9
2 Sandavágs Talvfelag 1 2    *   *  2   3   3     12,5 8
3 Klaksvíkar Talvfelag 1   2    *   *  2   3   3   11,5 6
4 Gøtu Talvfelag 1 ½   1   2    *   *    2   8 4
5 Sandavágs Talvfelag 2 0   1   1      *   *  2   5,5 2
6 Havnar Telvingarfelag 2 0     1   2   1    *   *  5,5 1

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …