Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Kjølur Open 2023

Kjølur Open 2023

Hervið verður bjóðað til talvkappingina KJØLUR OPEN 2023 dagarnar 27.-29. januar. Kappingin er partur av Grand Prix kappingini 2022/23.

7 umfør verða telvað, 3 kviktalv fríggjakvøld, 2 langtalv leygardag og 2 sunnudag.

Stað

á Skúlatrøð í Klaksvík

 

Telvað verður soleiðis

Kappingin byrjar fríggjadagin, 27. jan. kl. 19.00, tá ið 3 kviktalv verða telvað (10 min. + 5 sekund fyri hvønn leik).

Leygardag verður 4. og 5. umfar telvað, kl. 10.00 og kl. 15.00.

Sunnudag verður 6. og 7. umfar telvað, kl. 12.30 og kl. 16.30.

 

Tíð

Kviktalv: 10 min. + 5 sekund fyri hvønn leik

Langtalv: 90 min. + 30 sekund fyri hvønn leik.

 

Vinningar:

  1. 1.500 kr. 
  2. 1.000 kr.
  3. 500 kr.

2 x ratingsvirðislønir á 300 kr.

 

Luttøkugjald:

Vaksin 100 kr.

Undir 16 ár 50 kr.

Luttøkugjaldið skal gjaldast á staðnum, áðrenn telvað verður.

 

Tilmelding

Tilmelding á tma@kallnet.fo ella 295054, í seinasta lagi hósdagin 26. januar. kl. 20.00

 

Tilmeldingar higartil

Trýst her.

 

Møtið Fjølment!

Klaksvíkar Talvfelag

Sí eisini

NM fyri gentir – gott hál seinastu umførini

Sunnudagin endaði NM kappingin fyri gentir, og seinastu tvey umførini fingu okkara gentir góða úrtøku, …