Sunnudagin 11. desember var FM í talvi fyri gentur telvað í Skótahúsinum í Klaksvík. 13 gentur luttóku: 12 í U10 bólkinum og 1 í U12. Bólkarnir vórðu lagdir saman til eina kapping og 7 umfør telvað.
Vinnarin av eldra bólkinum var Durita Davidsen úr Klaksvík. Hon fekk heili 6 stig útav 7, og bleiv tískil eisini nummar 2 í samlaðu kappingini. Við at luttaka hevur Durita vunnið sær høvið til at umboða Føroyar til Norðurlandameistaraskapið (NM) fyri gentur U12 í Svøríki í 2023.
Í U10 bólkinum var Lisa J. Xin úr Havn stinnast, og vann kappingina við fullum stigatali, 7 út av 7. Natasja Mørkøre av Eiði bleiv nummar 2 við 4,5 stigum. Hesar báðar koma eisini til at umboða Føroyar til NM fyri gentur 2023 í U10 bólkinum. Bjørg Nolsøe Mørk úr Havn og Andrea Gaard úr Klaksvík endaðu síðani á deildum 3. plássi við 4 stigum í part.
Umframt medaljur og steyp til vinnarar fingu allir luttakararnir í kappingini gávu frá Klaksvíkar Kommunu, sum er ein eyðkenning av einum spennandi, nýggjum leisti innan Føroyska kvinnutelving. Gàvan var ein pen hálskeda við eini frúgv í, og var hon handað av Anniku Steintórsdóttir Biskopstø, sum umboð fyri kommununa.
Afturvið handanina var borðeitt við burgara og kips til luttakarar, systkin og avvarðandi hjá. Máltíðin var stuðlað av FK í Klaksvík. Hettar var ein sera hugnalig løta eftir ein drúgvan, men sera spennandi kappingardag.
Stutt um kvinnutelving í Føroyum
Tað eru nógv ár síðani, at Føroyar hava haft nakað umboð til NM fyri gentur – og ongantíð hava Føroyar megnað at manna eitt kvinnulandslið til altjóða kappingar. Ójavnt er hvussu nógvar gentur telva. Í onkrum tiðarskeiðum hava tað verið nógvar, men tað vísir seg at tær allar flestu velja at gevast eftir stutta tíð.
Seintasta FM í talvi fyri gentur var hildið í 2010, og áðrenn tað er ógreitt, hvussu langt aftur vit skulu fara til ta næstu. Tó er skrivað um eina kapping í Sosialinum í 1993, har ið 23 gentur kappaðust í 3 ymiskum aldursbólkum.
Føroyar er ikki eindømi um, at tað er torðført at halda uppá kvinnutelvarar. Soleiðis er tað eisini í flest øðrum londum. Fáar kvinnur velja talv framum aðrar ítróttargreinar og onnur frítíðarítriv, og er hetta sera harmiligt. Tí júst talv er ítróttargreinin, har ið kvinnur og menn kunnu kappast á jøvnum føti. Út av teimum lutfalsliga fáu kvinnunum sum telva kring heimin, hava fleiri verið styrkimettar í heimsklassa. Stórmeistararnir Hou Yifan, Judit Polgar og Aleksandra Goryachkina, fyri at nevna nakrar heilt fáar.
Eisini eiga vit dømir í Føroyum, av gentum sum hava bjóðað dreingjunum av í toppinum. Í 2008 vann Herborg Hansen úr Klaksvík føroyameistaraheitið fyri unglingar, og í 2010 gjørdi Sára T. Olsen úr Havn tað sama, einans 14 ára gomul.
Okkara umboð til NM fyri gentur í 2010:
Sára T. Olsen, Herborg Hansen, Hanna Jacobsen og Signhild Djurhuus
Tí kunnu manglandi evnir til at læra at telva ikki vera forðingin. Tvørturímóti tykjast ungu genturnar at hava serliga góð evnir til at hugsa seg gjølla um. Í mun til kappingina dagin fyri, NM úttøkukapping fyri børn og ung, har ið flestu luttakarar vóru dreingir, var gentukappingin munandi drúgvari, tí genturnar dugdu so væl at brúka tíðina tær høvdu á klokkuni.
Tekin er uppá at okkurt serligt skal til fyri at eggja størri luttøku av gentum í talvi. Nógvar kvinnukappingar verða skipaðar í londunum kring okkum, har ið serligur dentur ofta verður lagdur á tað sosiala í tiltakinum. Kanska tí at gentur hava brúk fyri at finna saman, soleiðis at tær ikki kenna seg einsamallar ímillum allar dreingirnar sum luttaka í ítróttargreinini. Tílíkum leisti fer Talvsamband Føroya framyvir at arbeiða við, og royna at eggja fleiri gentum til at telva – við vónini um at einaferð megna at manna eitt føroyskt kvinnulandslið til altjóða kappingar.
Tað var gleðiligt at síggja so nógvar heilt ungar luttakar til FM í talvi fyri gentur 2022. Hettar bendur heilt sikkurt á menningarmøguleikar. Vónandi var hendan FM kappingin søguliga byrjanin uppá, at kvinnutelving endiliga, veruliga fer at gera um seg í Føroyum.
Stóra takk fyri góðu undirtøkuna og ein so góðan dag, og takk til øll tey sum hjálptu til við tiltakinum. FM í talvi fyri gentur verður heilt sikkurt eitt afturvendandi tiltak.
Myndir eru at síggja niðanfyri.
Durita Davidsen úr Klaksvík, vinnari av U12. TIl vinstru stendur Annika S. Biskopstø og til høgru Herborg Hansen
Lisa J. Xin úr Havn, vinnari av U10
Natasja Mørkøre av Eiði, nummar 2 í U10
Andrea Gaard, Klaksvík, deilt 3. pláss í U10
Bjørg Nolsøe Mørk, Havn, deilt 3. pláss í U10