Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Barnatalvkapping fyri lið 04.12 útsett

Barnatalvkapping fyri lið 04.12 útsett

Tað er at frøast um, at so nógvar barnakappingar eru á skránni í kappingarárinum 2022-2023. Tess verri verða vit noydd til at avlýsa kappingina komandi vikuskifti, 04.12.2022, av tí at tað hevur verið torðført at funnið ein vert.

Men finalan í barnatalvkapping fyri lið skal nokk finna tíð og stað í komandi ári. Allar kappingarnar í 2023 eru skipaðar í samstarvi við talvfeløgini, so verður tað stuttligt at uppliva nógvar og fjølbroyttar kappingar kring landið. Meira kunning um hettar verður lýst seinni.

 

2 talvkappingar fyri børn og ung eru eftir í ár 2022.

Finalan í NM úttøkukappingini verður telvað í Gøtu 10. desember. Telvað verður í 5 ymiskum aldursbólkum um at sleppa at umboða Føroyar til Norðurlandameistaraskapið fyri ung í Norra í 2023. Tað hava tvær undankappingar verið undan hesari kapping, sum hava funnið fram til 8 finalistar í hvørjum aldursbólki. Hvør hevur kvalifiserað seg til finaluna kann síggjast her.

Síðani verður FM í talvi fyri gentur telvað 11. desember í Klaksvík. Har verður eisini telvað um NM úttøku, til Norðurlandameistaraskapið fyri gentur í 2023. Meira kann lesast um FM fyri gentur her.

 

 

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …