Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Úrslit & myndir frá NM úttøkuni í Gøtu 10.12

Úrslit & myndir frá NM úttøkuni í Gøtu 10.12

Leygardagin 10. desember var finalan í NM úttøkukappingini telvað á Fiskavirkinum í Gøtu. Telvað var í 5 aldursbólkum, har ið nummar 1 og 2 í hvørjum bólki vunnu sær pláss til at umboða Føroyar til NM í Norra 2023. Telvað vóru 7 umfør við tíðini 10 min + 5 sek per leik.

Aldursbólkarnir eru hesir:

Bólkur A U20: Fødd í 2003-2005

Bólkur B U16: Fødd í 2006-2007

Bólkur C U14: Fødd í 2008-2009

Bólkur D U12: Fødd í 2010-2011

Bólkur E U10: Fødd í 2012 ella yngri

 

Í yngsta bólkinum, U10, var háspenningur í luftini. 8 luttakarir vóru í finaluni, og aftaná 7 umfør vóru 4 jøvn á fyrsta plássi. Hesi vóru syskini, Lisa J. Xin og Matthew M. Xin, Baldur B. Jørgensen og Djóni F. C. Jacobsen.

 

Tey 4 máttu hava eina innanhýsis kapping afturat, har ið 3 talv vórðu telvað. Tá endaðu Baldur og Djóni á einum deildum 1. plássi aftur, og tí mátti gull medaljan avgerðast við einum Armageddon umfari. Tá hevur hvítur fyrimun við at hava hvítu fólkini og 5 minuttir á klokkuni, ímeðan svartur hevur 4 minuttir. Tó skal hvítur vinna talvið. Um tað endar javnt fer svartur avstað við sigrinum. Kastað varð lut um hvør hevði hvørja farvu. Djóni fekk hvíta fólkið, og megnaði at vinna talvið, og fór tískil heim við steypinum og gullinum. Baldur bleiv tískil nummar 2, og eru tað hesir báðir sum skulu umboða Føroyar í Norra í komandi ári til NM fyri børn og ung, U10 . Lisa og Matthew endaðu við einum deildum 3. plássi.

 

Í U12 bólkinum vóru 7 luttakarir. Har endaði Emil Jamil Jacobsen á fyrsta plássi við fullum stigatali, 7/7. Nummar 2 gjørdist bróðurin Oskar Jamil Jacobsen við 5 stigum, og sleppa teir báður at umboða Føroyar til NM í 2023. Á 3. plássi vóru 2 javnir: Pætur Andreasen og Marner Fríði Petersen.

 

Í U14 bólkinum vóru eisini 7 luttakarir. Har gjørdist Brestir Samuelsen vinnarin, við 6 út av 6 møguligum stigum. Saman við honum sleppur Rókur Davidsen eisini at umboða Føroyar til NM, sum gjørdist nummar 2 í úttøkukappingini við 3,5 stigum. 3 vóru javnir á 3. plássi. Hesir vóru Hanus á Lógv, Petur Gardar Magnussen og Sigvaldur Bláberg, allir við 3 stigum.

 

Í U16 bólkinum vóru somuleiðis 7 luttakarir. Luitjen A. Apol gjørdist vinnarin har við 5 út av 6 stigum. Á øðrum plássi vóru 2 javnir, Elias Petersen og Rógvi H. Olsen, sum máttu telva umdyst fyri at vita hvør slapp víðari til NM. Teir telvaðu 2 talv, og Elias var tann sum fór avstað við 2. plássi. Tískil bleiv Rógvi nummar 3.

 

Síðani vóru tað 3 luttakarir við í elsta bólkinum, U20. Hesir telvaðu dupultumfør, og tískil 6 talv. Flóvin M. Tummasarson og Jón í Horni Nielsen gjørdist javnir við 3 stigum í part. Í umdysti var tað Jón sum vann sær gullið ímeðan Flóvin varð nummar 2, og eru tað hesir báðir sum fara at umboða Føroyar til NM. Á 3. plássi var tað síðani Pætur Sørensen sum fekk bronsu medaljuna.

 

Hjartaliga tillukku til allar vinnararnar, og enn einaferð takk fyri eina drúgva men sera, sera spennandi kapping. Vónandi gongur tað væl hjá umboðum okkara til Norðurlandameistaraskapið fyri børn og ung í Norra 2023.

Myndir eru at síggja niðanfyri.

 

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …