Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Rókur Open 2023

Rókur Open 2023

Komandi vikuskiftið 13.-15. januar 2023 verður Rókur-Open telvað í skúlanum á Eiði. Øll eru vælkomin at luttaka í kappingini.

Tilmeldingar higartil: Chess-Results Server Chess-results.com – Rókur-Open 2023

7 umfør verða telvaði í kappingini. 3 kviktalv, sum verða telvaði fríggjakvøldið og 4 langtalv, sum verða telvaði leygardagin og sunnudagin.

Telvað verður soleiðis:

Fríggjakvøldið kl. 19.00 verða 3 kviktalv telvað.

Leygardagin kl. 10.00 og 15.00 verða 4 og 5 umfar telvað.

Sunnudagin kl. 13.30 og 17.00 verða 6 og 7 umfar telvað.

Tíð:

Kviktalv: 10 min. + 5 sek/leik

Langtalv: 90 min + 30 sek/leik

Vinningar:

  1. 1.500 kr. 
  2. 1.000 kr.
  3. 500 kr.

2 x ratingsvirðislønir á 300 kr.

Luttøkugjald:

Vaksin 100 kr.

Undir 16 ár 50 kr.

Luttøkugjaldið skal gjaldast á staðnum, áðrenn telvað verður.

Tilmelding:

Tilmelding á kappingarleidarin@faroechess.com ella sms til 740400, í seinasta lagi hóskvøldið 12. januar  kl. 20.00.

 

Møtið fjølment!

Talvfelagið Rókur

Sí eisini

NM fyri gentir – gott hál seinastu umførini

Sunnudagin endaði NM kappingin fyri gentir, og seinastu tvey umførini fingu okkara gentir góða úrtøku, …