Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Heðin Gregersen vinnari av Kjølur Open 2023

Heðin Gregersen vinnari av Kjølur Open 2023

Sunnudagin varð árliga talvkappingin Kjølur Open telvað í Klaksvík.

Heili 32 luttakarar vóru við, yngri sum eldri, og av báðum kynum.

Samstundis sum hetta var ein kapping fyri telvarar í øllum aldursbólkum, er hetta ein liður í venjingini hjá unglingunum, ið skulu til Norra um góðar tvær vikur, at telva um Norðurlandameistaraheitið í talvi fyri skúlaungdóm. 10 føroyskir unglingar, í 5 ymsum aldursbólkum skulu luttaka í tí kappingini.

Kappingin byrjaði fríggjakvøldið, tá ið 3 kviktalv vórðu telvaði. Leygardagin vórðu 2 langtalv telvaði, og somuleiðis sunnudagin.
Tá ið avtornaði, hevði Heðin Gregersen vunnið kappingina í stórum stíli við 7 stigum av 7 møguligum.

Vinnarir

  1. Heðin Gregersen, Klaksvíkar Talvfelag (7 stig)
  2. Rani Nolsøe, Klaksvíkar Talvfelag (5,5 stig)
  3. Bogi E. Hansen, Klaksvíkar Talvfelag (5 stig)

Ratingvirðislønir

  1. Rating 1300-1500: Rógvi Heinason Olsen, Klaksvíkar Talvfelag (4,5 stig)
  2. Rating 1000-1300: Petur Gardar Magnussen, Havnar Telvingarfelag (4,5 stig)
  3. Órataði: Danny Baldursson, Klaksvíkar Talvfelag (4 stig)

Endaliga støðan, úrslit og talv kunnu síggjast við at trýsta her.

 

Sí eisini

Innbjóðing til GP finaluna 2026

Leygardagin 21. mars verður Grand Prix finalan telvað í Sandavági. Telvað verður í talvhølunum hjá …