Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Sandavágsmenn vunnu

Sandavágsmenn vunnu

Toppdysturin millum Sandavág og Havnina er byrjaður. Fremst síggjast Luitjen Akselsson Apol (vm) og Jón í Horni Nielsen(hm) á 4. borði. Handanfyri síggjast telvararnir við fremru borðini. 1. borð er næst vindeygað við útsýni yvir vestmannasund.
 
Sandavágs Talvfelag styrkti oddastøðuna í fremstu deildini við sigri á Havnar Telvingarfelag í toppdysti í Vestmanna í dag. 
 
Vágamenn vunnu 2½-1½, og eru nú hálvttriðja stig undan havnarmonnum. Úrslitið ber í sær, at tað kann fara at gerast møtimikið hjá havnarmonnum at vinna aftur tað, ið nú er mist, tó at kappingin bara er hálvrunnin. Hesi bæði liðini eru í flokki fyri seg, og vágamenn hava mist lítið í dystunum móti hinum liðunum higartil í kappingini. 
 
Havnarmenn vóru favorittar til dystin í dag. Teir høvdu hægri styrkitøl á trimum av fýra borðum, kortini vóru vágamenn stinnari á degnum, og vunnu tepran sigur.
 
Mest óvæntaða úrslitið mundi koma á triðja borði. Olaf Berg, sum plagar at vinna á Silasi, tapti við svarta fólkinum í dag, hóast hann tóktist at hava fyrimunin við tveimum monnum fyri rók. Silas hevur fult stigatal í vetur – fýra stig í fýra dystum.
 
Havnarmenn høvdu Martin Poulsen við aftur í dag, men hann formáddi sær ov lítið móti føroyameistaranum Høgna Egilstoft Nielsen, sum við sigrinum í dag hevur fimm stig í fimm dystum.
 
Heldur ikki stórmeistarin vann á havnarliðnum í dag. Helgi Dam Ziska telvaði annars fínt. Hann trýsti við svarta fólkinum, vann eina finnu, hevði fyrimunin, men torført var kortini at vinna støðuna, og sær sjálvum líkur, stríddist Rógvi av øllum alvi og helt remis. 
 
Einasti á meistaraliðnum hjá Havnini, sum vann, var Luitjen Akselsson Apol á fjórða borði.
 
Hini úrslitini í 1. deild komu helst eisini heldur óvart á. Kollfirðingar, sum eru niðast, vunnu ein flottan sigur á B-liðnum hjá klaksvíkingum, sum annars hevur staðið seg væl higartil, og B-liðið hjá Havnini vann á A-liðnum í Klaksvík.
 
Dystirnir í 1. deild í dag:
 
5. Umfar tann 2023/01/08 kl. 14:00
Bo. 3   Havnar Telvingarfelag 1 Rtg – 6   Sandavágs Talvfelag 1 Rtg 1½:2½
1.1 GM
 
Ziska, Helgi Dam
2543 – FM
 
Egilstoft, Rogvi
2274 ½ – ½
1.2 FM
 
Poulsen, Martin
2311 – FM
 
Nielsen, Hogni Egilstoft
2394 0 – 1
1.3 FM
 
Berg, Olaf
2204 –  
 
Eydsteinsson, Silas
2050 0 – 1
1.4  
 
Apol, Luitjen Akselsson
2113 –  
 
Nielsen, Jon I Horni
2023 1 – 0
Bo. 4   Havnar Telvingarfelag 2 Rtg – 2   Klaksvíkar Talvfelag 1 Rtg 2½:1½
2.1 FM
 
Samuelsen, Carl Eli Nolsoe
2158 –  
 
Simonsen, Olavur
2189 ½ – ½
2.2  
 
Jogvansson, Hjalti Toftum
2018 –  
 
Nolsoe, Rani
2081 1 – 0
2.3  
 
Mortensen, Rogvi
1993 –  
 
Petersen, Terji
2043 ½ – ½
2.4  
 
Hansen, Herluf
1994 –  
 
Olsen, Wille
2011 ½ – ½
Bo. 5   Klaksvíkar Talvfelag 2 Rtg – 1   Kollafjarðar Talvfelag 1 Rtg 1 : 3
3.1  
 
Gregersen, Hedin
1919 –  
 
Djurhuus, Arant
1791 0 – 1
3.2  
 
Gaard, Ingolf
1913 –  
 
Morkore, Rogvi
1736 0 – 1
3.3  
 
Tummasarson, Flovin M.
1750 –  
 
Thomsen, Bernhard
1988 1 – 0
3.4  
 
Finnsson, Egil
0 –  
 
Jacobsen, Eivind
1699 0 – 1
 

1. deild –  støðan eftir fimta umfar

Rk. Lið 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b  TB1   TB2 
1 Sandavágs Talvfelag 1  *   *  2½   3½   3   3½   4   16,5 10
2 Havnar Telvingarfelag 1 1½    *   *  2½   2½   3½   4   14 8
3 Klaksvíkar Talvfelag 2 ½   1½    *   *  4   2   1   9 3
4 Havnar Telvingarfelag 2 1   1½   0    *   *  2½   2½   7,5 4
5 Klaksvíkar Talvfelag 1 ½   ½   2   1½    *   *  2½   7 3
6 Kollafjarðar Talvfelag 1 0   0   3   1½   1½    *   *  6 2


Vágamenn gera bart
 
Tað er ikki bara í fremstu deildini, at Sandavágs Talvfelag er á odda. Sama er í næstbestu deildini. 
 
Vágamenn vunnu toppdystin á vestmenningum, og stevna nú móti uppflyting í bestu deildina við einum liði aftrat.
 
Tað er ikki rætt, tá sagt hevur verið, at Sandavágs Talvfelag ikki hevur havt tvey lið í fremstu deildini. Tað høvdu teir bæði í 2012 og 2016. 
 
Dystirnir í 2. deild í dag:
 
 
5. Umfar tann 2023/01/08 kl. 14:00
Bo. 3   Kollafjarðar Talvfelag 2 Rtg – 6   Havnar Telvingarfelag 3 Rtg 2 : 2
1.1  
 
Joensen, Jogvan Martin
1776 –  
 
Berg, Margar M.
1912 0 – 1
1.2  
 
Joensen, Hans Petur
1761 –  
 
Dalsgard, Arnbjorn O
1838 1 – 0
1.3  
 
Jacobsen, Markus
1364 –  
 
Naes, Jogvan
1725 1 – 0
1.4  
 
Olsen, Kaj
1671 –  
 
Guttesen, Joannes
1714 0 – 1
Bo. 4   Vestmanna Talvfelag 1 Rtg – 2   Sandavágs Talvfelag 2 Rtg 1½:2½
2.1  
 
Olsen, Alfred A.
1800 –  
 
Berg, Runar
2132 0 – 1
2.2  
 
Durhuus, Kari O.
1754 –  
 
Nielsen, Torkil
2086 0 – 1
2.3  
 
Mikkelsen, Jon
1741 –  
 
Atlason, Jon Havbo
1821 1 – 0
2.4  
 
Hansen, Hanus I
1774 –  
 
Wiberg, Ingi
1765 ½ – ½
Bo. 5   Klaksvíkar Talvfelag 3 Rtg – 1   Havnar Telvingarfelag 4 Rtg 2½:1½
3.1  
 
Gregersen, Einar
1846 –  
 
Jacobsen, Suni
1841 1 – 0
3.2  
 
Solsker, Tummas M.
1837 –  
 
Poulsen, Poul
1690 1 – 0
3.3  
 
Kalso, Steffan
1583 –  
 
Hansen, Johan E.
1629 0 – 1
3.4  
 
Olsen, Rogvi Heinason
1400 –  
 
Christiansen, Ragnar
1613 ½ – ½
 
 
2. deild – støðan eftir fimta umfar
Rk. Lið 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b  TB1   TB2 
1 Sandavágs Talvfelag 2  *   *  2½   3   2½   2   3   13 9
2 Vestmanna Talvfelag 1 1½    *   *  2½   2½   1½   3   11 6
3 Klaksvíkar Talvfelag 3 1   1½    *   *  2   2½   3½   10,5 5
4 Kollafjarðar Talvfelag 2 1½   1½   2    *   *  2½   2   9,5 4
5 Havnar Telvingarfelag 4 2   2½   1½   1½    *   *  1   8,5 3
6 Havnar Telvingarfelag 3 1   1   ½   2   3    *   *  7,5 3
Hinar deildirnar
 
Um 3. – og 4. deild er í stuttum at siga, at spenningurin er ikki sørur, tí stutt er á muni millum liðini, serliga millum oddaliðini. Í 3. deild stendur kappingin serliga millum sundalagsmenn í felagsliðnum Róki, og teimum kring Runavík, men bæði Sandavágur og Toftir eru beint í hølunum á teimum.
 
Í 4. deild stendur á jøvnum í oddanum millum gøtumenn og klaksvíkingar. Í unglingadeildini eru havnardreingir fremstir við sandavágsdreingjum í hølunum á sær.
 
Meira kann lesast á heimasíðu Talvsambandsins – faroechess.com
 
Telvað verður aftur í liðkappingini 22. januar.
 

3. deild – støðan eftir fimta umfar

Rk. Lið 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b  TB1   TB2 
1 Talvfelagið Rókur 1  *   *  3½   3   0   3   2½   12 8
2 Kongshavnar Talvfelag 1 ½    *   *  1½   3½   3½   2½   11,5 6
3 Sandavágs Talvfelag 4 1   2½    *   *  2½   3½   1½   11 6
4 Tofta Talvfelag 1 4   ½   1½    *   *  1   4   11 4
5 Kollafjarðar Talvfelag 3 1   ½   ½   3    *   *  2½   7,5 4
6 Sandavágs Talvfelag 3 1½   1½   2½   0   1½    *   *  7 2


4. deild – støðan eftir fýra umfør
Rk. Lið 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10  TB1   TB2 
1 Gøtu Talvfelag 1  *    2½ 3   3 4       12,5 8
2 Klaksvíkar Talvfelag 4    *      3 1½     4 4 12,5 6
3 Havnar Telvingarfelag 5 1½    *        3 3   4 11,5 6
  Vestmanna Talvfelag 2 1      *      3½ 4 3   11,5 6
5 Talvfelagið Rókur 2   1      *      3 2½ 3 9,5 6
6 Klaksvíkar Talvfelag 5 1 2½        *    2 4   9,5 5
7 Gøtu Talvfelag 2 0   1 ½      *      4 5,5 2
8 Tofta Talvfelag 2     1 0 1 2    *      4 1
9 Kongshavnar Talvfelag 2   0   1 1½ 0      *    2,5 0
10 Talvfelagið Rókur 3   0 0   1   0      *  1 0


Unglingar – støðan

Rk. Lið 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b  TB1   TB2 
1 Havnar Telvingarfelag 1  *   *  2       3½   4   4   13,5 7
2 Sandavágs Talvfelag 1 2    *   *  2   3       3   10 6
3 Klaksvíkar Talvfelag 1     2    *   *  2   3       7 4
4 Gøtu Talvfelag 1 ½   1   2    *   *  2       5,5 2
5 Havnar Telvingarfelag 2 0       1   2    *   *  1   4 1
6 Sandavágs Talvfelag 2 0   1           2    *   *  3 2

Sí eisini

ST Open verður í vikuskiftinum

Komandi vikuskiftið verður ST Open telvað í felagshølunum hjá Sandavágs Talvfelag. Kappingin er partur av …