
Hervið verður bjóðað til talvkappingina KJØLUR OPEN 2022 dagarnar 1.-3. apríl. Kappingin er partur av Grand Prix kappingini 2021/22.
7 umfør verða telvað, 3 kviktalv fríggjakvøld, 2 langtalv leygardag og 2 sunnudag.

Hervið verður bjóðað til talvkappingina KJØLUR OPEN 2022 dagarnar 1.-3. apríl. Kappingin er partur av Grand Prix kappingini 2021/22.
7 umfør verða telvað, 3 kviktalv fríggjakvøld, 2 langtalv leygardag og 2 sunnudag.
Seinasta umfar í liðkappingini 2021/2022 verður stroymt beinleiðis á YouTube, við frásøgum og video, umframt á teimum stóru talv platformunum.
FM endabresturin í liðkappingini 2021/22 verður í skúlanum við Løgmannabreyt, leygardagin 26. mars. Byrjað verður kl. 11.00.
Havnar Telvingarfelag bjóðar kaffi og kakur meðan telvað verður. Eftir seinasta leik bjóðar felagið lættari ábit og Anfinn Brekkstein, varaborgarstjóri, handar heiðursmerki.
Sunnudagin 20. mars kl. 14 skipar Sandavágs Talvfelag talvkapping.
Kappingin er partur av GP-kappingunum, sum eru fyri øll, bæði roynd og óroynd.
Við einum knúsandi 4-0 sigri á klaksvíkingum løgdu havnarmenn seg einsamallar á odda í landskappingini í talvi.
Havnar Telvingarfelag er nú eitt stig fremri enn Sandavágs Talvfelag fyri seinasta umfar, sum verður um tvær vikur. Tá hittast oddaliðini í einum finaludysti um FM-heitið.
Les meira »Komandi vikuskiftið 4.-6. mars 2022 verður Rókur-Open telvað í skúlanum við Streymin. Øll eru vælkomin at luttaka í kappingini.