Ein spennandi talvkapping verður sunnudagin, 11. desember í skótahúsinum í Klaksvík. Hettar er fyrsta FM kapping fyri gentur í nýggjari tíð.
Kappingin er býtt upp í 5 aldursbólkar, og umframt føroyameistaraheitið verður eisini kappast um at umboða Føroyar til Norðurlandameistaraskapið fyri gentur í 2023. Vinnararnir í hvørjum aldursbólki verða hepnu umboðini.
Aldursbólkarnir eru hesir:
Bólkur A U20: Fødd í 2003-2005
Bólkur B U16: Fødd í 2006-2007
Bólkur C U14: Fødd í 2008-2009
Bólkur D U12: Fødd í 2010-2011
Bólkur E U10: Fødd í 2012 ella yngri
Skrá
Kappingin byrjar kl. 14:00. 7 umfør verða telvað, og tíðin á klokkuni verður 10 minuttir til hvønn telvara + 5 sekund fyri hvønn leiktan leik. Øll talvini eru væntandi liðug kl. 17:30.
Síðani verður ein máltíð bjóðað bæði telvarunum og avvarðandi hjá. Tá verða virðislønir handaðar og ein gáva frá Klaksvíkar Kommunu til allar gentur sum luttaka.
Stutt um kvinnutelving í Føroyum
Tað eru nógv ár síðani, at Føroyar hava haft nakað umboð til NM fyri gentur – og ongantíð hava Føroyar megnað at manna eitt kvinnulandslið til altjóða kappingar. Ójavnt er hvussu nógvar gentur telva. Í onkrum tiðarskeiðum hava tað verið nógvar, men tað vísir seg at tær allar flestu velja at gevast eftir stutta tíð.
Føroyar er ikki eindømi hesum viðvíkjandi. Soleiðis er tað eisini í flest øðrum londum. Fáar kvinnur velja talv framum aðrar ítróttargreinar og onnur frítíðarítriv, og er hetta sera harmiligt. Tí júst talv er ítróttargreinin, har ið kvinnur og menn kunnu kappast á jøvnum føti. Út av teimum lutfalsliga fáu kvinnunum sum telva kring heimin, hava fleiri verið styrkimettar í heimsklassa. Stórmeistararnir Hou Yifan, Judit Polgar og Aleksandra Goryachkina, fyri at nevna nakrar heilt fáar.
Eisini eiga vit dømir í Føroyum, av gentum sum hava bjóðað dreingjunum av í toppinum. Í 2008 vann Herborg Hansen úr Klaksvík føroyameistaraheitið fyri unglingar, og í 2010 gjørdi Sára T. Olsen tað sama, einans 14 ára gomul.
Okkara umboð til NM fyri gentur í 2010:
Sára T. Olsen, Herborg Hansen, Hanna Jacobsen og Signhild Djurhuus
Tí kunnu manglandi evnir til at læra at telva ikki vera forðingin. Hetta er kanska tekin uppá at okkurt annað skal til fyri at eggja størri luttøku av gentum í talvi. Nógvar kvinnukappingar verða skipaðar í londunum kring okkum, har ið serligur dentur ofta verður lagdur á tað sosiala í tiltakinum. Kanska tí at gentur hava brúk fyri at finna saman, soleiðis at tær ikki kenna seg einsamallar ímillum allar dreingirnar sum telva.
Tílíkum leisti fer Talvsamband Føroya framyvir at arbeiða við, og royna at eggja fleiri gentum til at vera við – við vónini um at einaferð megna at manna eitt føroyskt kvinnulandslið til altjóða kappingar.
Tilmelding
Til ber at melda til FM fyri gentur við at skriva til kappingarleidarin@faroechess.com. Viðmerkjast skal navn og føðingardagur hjá luttakara. Freistin at tekna seg er fríggjadagin 9. desember.