Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Innbjóðing til NM úttøkukapping fyri børn og ung 2022

Innbjóðing til NM úttøkukapping fyri børn og ung 2022

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi. Í 2023 verður NM kappingin í Norra, og plagar hon at vera í februar – mars mánaði. 2 føroyingar sleppa við í hvørjum bólki.

 

Bólkarnir eru hesir:

Bólkur A U20: Fødd í 2003-2005

Bólkur B U16: Fødd í 2006-2007

Bólkur C U14: Fødd í 2008-2009

Bólkur D U12: Fødd í 2010-2011

Bólkur E U10: Fødd í 2012 ella yngri

 

Undankappingar

Sunnudagin 20.11.2022 verður fyrsta undankapping út av tveimum telvað í skúlanum á Giljanesi, í Sandavági, kl. 13:00. Onnur undankappingin verður vikuna eftir, leygardagin 26.11.2022 í Klaksvík kl. 10:00. Staðseting verður lýst skjótast gjørligt. Telvað verða í báðum kappingum 7 umfør, har telvararnir hava 10 min + 5 sek/leik í part til talvið. 8 tey bestu í hvørjum bólki sleppa í finalubólkin.

 

Finalan

Finalan verður telvað sunnudagin 10.12.2022 í Gøtu. 8 tey bestu í undankappingunum, telva um úttøku til NM. Nummar 1 og 2 verða úttikin til landsliðshópin, sum kemur at telva ímóti ungdómum úr øllum norðanlondum.

Tey, sum ikki sleppa í finalubólkin kunnu hóast alt vera við finaludagin, og telva í einum øðrum bólki um heiðursmerkir.

 

Tilmelding

Tilmeldingar til allar 3 kappingar kunnu sendast til kappingarleidarin@faroechess.com. Freistin at tilmelda seg er 2 dagar áðrenn hvørja kapping. Fyrsta freistin er tí komandi fríggjadag, 18.11.2022.

Sí eisini

NM fyri gentir – síðsti dagur

Í gjár vóru 2. og 3. umfar á skránni, og úrtøkan var soltin. Lisa og …