Talvsamband Føroya hevur gjørt kvetti.
Sáttmáli er gjørdur við eitt hitt størsta venjaranavnið í talvheiminum, Ivan Sokolov, sum nú verður knýttur at føroyska landsliðnum.
Ivan Sokolov leiddi í summar Usbekistan til sigurs á talvolympiaduni í India. Usbekiski OL-sigurin kom sum ein bumba, og er størsta sensasjónin í olympiskari talvsøgu.
Sokolov hevur frammanundan verið venjari hjá øðrum talvlandsliðum, eitt nú hjá Sameindu Arabisku Emirríkjum og Iran. Sum iranskur landsvenjari hevði hann undir hond undurbarnið Alireza Firouzja, ið nú telist millum heimsins fremstu telvarar.
Byrja í desember
Sum skilst verða fyrstu venjingarnar longu nú í desember. Tær verða ætlandi umvegis Teams; føroysku telvararnir sita í Føroyum, og venjarin er staddur í útlondum. Gongst sum ætlað, kemur venjarin eisini til Føroyar at hava venjingar saman við føroysku telvarunum, hetta verður helst í summar.
Uppleggið er, at seks telvarar verða í landsliðstoyminum, sum Ivan Sokolov fer at venja. Hesir eru Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft, Martin Poulsen, Luitjen Akselsson Apol og Jón í Horni Nielsen. Hetta eru fremstu fýra telvararnir í landinum umframt sterkastu tveir unglingarnir.
Stórtelvari
Ivan Sokolov er 54 ára gamal. Hann er føddur og uppvaksin í Sarajevo í Bosnia-Herzegovina, men eftir at borgarakríggið brast á suðuri á Balkan í 1992, búsettist hann í Hollandi, seinni fekk hann niðulendskan ríkisborgararætt, og hevur búleikast har nú í fleiri ár.
Ivan gjørdist stórmeistari 20 ára gamal í 1988, sama ár, sum hann gjørdist meistari í Jugoslavia. Hann var heilt frammarlaga sum telvari í 90-árunum, nakrar ferðir var hann í topp 15 í heiminum. Á sumri 1992 var hann nummar 12 í heiminum.
Hann var við til at vinna OL-silvur við Bosnia-Herzegovina í 1994, og EM-gull við Hollandi í 2005. Í einstaklingstelving hevur hann vunnið flest allar av fremstu samtíðartelvarum sínum, eitt nú heimsmeistaran Garri Kasparov.
Styrkital Ivans hevur ligið omanfyri 2700, men er nú dragnað niður á umleið 2600. Hann telvar lítið longur, men arbeiðir meira sum talvvenjari og talvhøvundur.
Hjartalag fyri Føroyum
At Ivan Sokolov hevur eftirlíkað at venja telvararnar á føroyska landsliðnum, kemst ivaleyst av søguliga tilknýti hansara til Føroyar.
Longu í 1992 fekk Talvsamband Føroya avtalu við hann og landsmannin Predrag Nikolic um at koma til Føroyar at leggja føroyskum telvarum lag á. Høvuðsstigtakari var Jákup Mikkelsen, liðleiðari hjá Føroyum á talvolympiaduni í Manila í juni 1992. Kríggj var brostið á í heimlandinum, Jugoslavia, og hugsingur var ikki um at fara heim aftur til Sarajevo í Bosnia-Herzegovina.
Tann framskygdi Jákup Mikkelsen, ið seinni sum formaður í Talvsambandinum saman við Rana Nolsøe tók stig til fyrstu stóru altjóða talvkappingarnar í Føroyum árini fyri aldamótið, bar skjótt í bandi, soleiðis at hesir báðir flóttamenninir, ið tá vóru millum fremstu fimtan telvarar í heiminum, komu til Føroyar um miðjan juli sama ár. 32 ára gamli Nikolic fekk tilhald í Klaksvík, og 24 ára gamli Sokolov gjørdist venjari hjá Havnar Telvingarfelag.
Hetta átak var sera gagnligt – næstan eitt frambrot – fyri føroyska telving. Nikolic og Sokolov vitjaðu javnan aftur í Føroyum øll 90-árini. Fyri fleirfalda FM-vinnaran Heina Olsen hevði Nikolic sera stóran týdning.
Sokolov varnaðist brátt evnini hjá tveimum smádreingjum í Havnar Telvingarfelag. Hesir vóru Martin Poulsen og Olaf Berg. Hann segði í 1992 bart út, at við kønari hond áttu hesir at kunnað komið heilt langt.
Minni úr Føroyum
Ivan hevur í bók síni, “Ivan´s chess journey” (2016), sum partvíst kann lesast sum endurminningar úr hansara spennandi lívi, ikki gloymt summarið 1992 í Føroyum – fyri tretivu árum síðani.
Haðani hava vit hetta brot um “the summer of 92”:
I started to talk with the Faroe Islands Chess Federation to spend the summer there as a coach. The technicalities were finalized and I was able to spend the summer in Tórshavn, the faroese capitol, coaching some local players. They also coached me with their natural skills – like fishing salmon. In the middle of the summer the daylight in the Faroes just like in Iceland or Greenland lastst almost 24 hours. The faroese community was small at the time. As a foreign chess player spending summer there, I was regarded almost as an attraction and was invited by the locals to their endless parties. I was 24 enjoying life to the full extent of its joy. It was a wonderful summer. Days were long and girls were blonde. Near the end of August, the time came to get back to work: tournaments.
Ivan Sokolov. Gullvenjarin hjá Usbekistan fer nú eisini at venja føroyska talvlandsliðið.
Her sæst Ivan Sokolov eygleiða telvararnar hjá Usbekistan í dysti á olympiaduni í India í summar.