Helgi Dam Ziska úr Havnar Telvingarfelag er framvegis føroyameistari í snartalvi og kviktalvi.
Stórmeistarin endurvann um vikuskiftið bæði heitini í árligu FM-kappingini norðuri á Eiði.
Áhugin var stórur fyri kappingini. Í snarkappingini leygardagin vóru 46 telvarar, og í kvikkappingini í dag sunnudagin vóru 48 telvarar við.
Snarfinala
Í gjár var sum sagt snartelvað. Tá hava telvarar bara tríggjar minuttir hvør umframt tvey sekund fyri leikin. Her kom at standa á jøvnum millum Helga og Rógva Egilstoft úr Sandavágs Talvfelag. Báðir fingu 9½ stig eftir ellivu umfør.
Rógvi vann á Helga, men tapti fyri Silas Eyðsteinsnson, og telvaði remis móti bróðrinum Høgna. Helgi hevði eitt remis móti Luitjen Akselsson Apol.
So var umdystur um FM-heitið í snartalvi millum Helga og Rógva, og tá gjørdi stórmeistarin bart og vann 2-0.
Teir fremstu vóru hesir:
FM-snar 2022 (11 umfør)
1. Helgi Dam Ziska, HT 9½
2. Rógvi Egilstoft, ST 9½
3. Høgni Egilstoft Nielsen, ST 8½
4. Silas Eyðsteinsson, ST 8½
5. Olaf Berg, HT 7½
6. Sjúrður Thorsteinsson, HT 7
7. Jón í Horni Nielsen, ST 7
8. Luitjen Akselsson Apol, HT 6½
9. Hjalti Toftum Jógvansson, HT 6½
10. Andrias Ziska, HT 6½
Finalu-umdystur: Helgi Dam Ziska – Rógvi Egilstoft 2-0
46 telvarar í alt.
Kvikkappingin
Í dag var kvikkappingin á skránni. Nú høvdu telvarar tíggju minuttir hvør til hvørt talvið, umframt fimm sekund fyri leikin. Níggju umfør vóru í alt.
Helgi var aftur bestur, men hesaferð var Høgni Egilstoft Nielsen í hølunum á honum. Helgi vann talvið teirra millum, og tað kom at vera avgerandi. Høgni vann øll hini talvi, Helgi telvaði remis móti Rógva Egilstoft.
Tíggju teir fremstu vóru hesir:
FM-kvik 2022 (9 umfør)
1. Helgi Dam Ziska, HT 8½
2. Høgni Egilstoft Nielsen, ST 8
3. Rógvi Egilstoft, ST 6½
4. Eyðun Nolsøe, KTF 6½
5. Olaf Berg, HT 6
6. Luitjen Akselsson Apol, HT 6
7. Silas Eyðsteinsson, ST 6
8. Margar Berg, HT 6
9. Tummas Martin Sólsker, KTF 5½
10. Carl Eli N. Samuelsen, HT 5½
Í alt 48 telvarar.
Helgi FM-kongur
Líta vit at yvirlitinum yvir FM-vinnarar í snar- og kviktalvi, sæst beinanvegin, at ein telvari skarar framúr, og tað er 32 ára gamli Helgi Dam Ziska, sum er í flokki fyri seg í føroyskari telving.
FM-heitið í snartalvi hevur hann nú vunnið seytjan ferðir. Hann vann á fyrsta sinni bara 13 ára gamal í 2004. Helgi hevur vunnið øll árini síðani uttan tvær ferðir; tá var hann ikki við.
Nýggjaru kvikkappingina hevur hann vunnið tríggjar ferðir, men fyrsta árið mátti hann lúta fyri Høgna Egilstoft Nielsen.
FM í snartalvi 1980-2022
1980 Bjarki Ziska, HT
1981 Súni Ziska, HT
1982 Bjarki Ziska, HT
1983 Andrias Ziska, HT
1984 Jens Chr. Hansen, TT
1985 Bogi Ziska, STF
1986 Torkil Nielsen, ST
1987 Leif Kristensen, GT
1988 Heini Olsen, KTF
1989 Heini Olsen, KTF
1990 Steintór Rasmussen, KTF
1991 Heini Olsen, KTF
1992 Heini Olsen, KTF
1993 Heini Danielsen, HT
1994 Ólavur Simonsen, KTF
1995 Martin Brekká, TFS
1996 Torbjørn Thomsen, KT
1997 Carl Eli N. Samuelsen, VT
1998 John Rødgaard, VT
1999 Eyðun Nolsøe, KTF
2000 Finnbjørn Vang, KTF
2001 John Rødgaard, VT
2002 John Rødgaard, VT
2003 John Rødgaard, VT
2004 Helgi Dam Ziska, HT
2005 Helgi Dam Ziska, HT
2006 Helgi Dam Ziska, HT
2007 Helgi Dam Ziska, HT
2008 Helgi Dam Ziska, HT
2009 Helgi Dam Ziska, HT
2010 Helgi Dam Ziska, HT
2011 Helgi Dam Ziska, HT
2012 John Rødgård, VT
2013 Helgi Dam Ziska, HT
2014 Helgi Dam Ziska, HT
2015 Helgi Dam Ziska, HT
2016 Helgi Dam Ziska, HT
2017 Helgi Dam Ziska, HT
2018 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST
2019 Helgi Dam Ziska, HT
2020 Helgi Dam Ziska, HT
2021 Helgi Dam Ziska, HT
2022 Helgi Dam Ziska, HT
FM í kviktalvi 2019-2022
2019 Høgni Egilstoft Nielsen, ST
2020 Helgi Dam Ziska, HT
2021 Helgi Dam Ziska, HT
2022 Helgi Dam Ziska, HT