Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Sandavágur og Havnin í flokki fyri seg

Sandavágur og Havnin í flokki fyri seg

Eftir dystirnar í fjórða umfari í landskappingini í talvi um viksuskiftið fekst sjón fyri søgn um, at einki av hinum liðunum stendur Sandavági og Havnini kurl í fremstu deildini.
 
Tey bæði liðini vinna stórsigrar á hinum kappingarneytunum, og nú verður bíðað eftir fyrra innanhýsis toppdystinum í fimta umfari. Men hann verður ikki fyrr enn eftir nýggjár. 
 

Hesir dystirnir verða aftur avgerandi í vetur – innanhýsis toppdystirnir millum sandavágsmenn og havnarmenn. Á myndini eru vágamenn vinstrumegin, úr erva Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft, Silas Eyðsteinsson og Torkil Nielsen. Havnarmenninir eru úr erva høgrumegin Helgi Dam Ziska, Martin Poulsen, Olaf Berg og Luitjen Akselsson Apol, standandi.
 
 
Stórsigrar
 
Sandavágur og Havnin gjørdu bæði bart í fjórða umfari. 
 
Havnarmenn flongdu klaksvíkingar heili 3½-½ í Skákinum á Akursmørk. Og sama gjørdu vágamenn við B-liðið hjá klaksvíkingum í 1. deild. 
 
Á FM-liðnum hjá Havnini vunnu Helgi Dam Ziska, Olaf Berg og Luitjen Akselsson Apol allir sannførandi á fremstu trimum borðunum, men á fjórða borði var remis millum Carl Eli Samuelsen og Willa Olsen.
 
Tað var eisini á fjórða borði, at tað bragdaði hjá hinum klaksvíksliðnum. Ingolf Gaard hevur verið álitið á liðnum, hesaferð telvaði hann remis móti Torkil Nielsen. Á ovaru borðunum vunnu sandavágsmenn. Brøðurnir Rógvi og Høgni hava báðir fult stigatal higartil eftir fýra dystir.
 
Í triðja dystinum vann Havnin B á kollfirðingum. Veteranurin Hanus Joensen, føroyameistari 1977, var hin einasti, sum vann av kollfirðingum.
 
Dystirnir í fjórða umfari í 1. deild vóru hesir:
 

4. Umfar tann 2022/11/27 kl. 14:00
Bo. 6   Sandavágs Talvfelag 1 Rtg 5   Klaksvíkar Talvfelag 2 Rtg 3½: ½  
1.1 FM
 
Egilstoft, Rogvi
2274  
 
Baldursson, Rani
2012 1 – 0  
1.2 FM
 
Nielsen, Hogni Egilstoft
2394  
 
Vang, Finnbjorn
1994 1 – 0  
1.3  
 
Eydsteinsson, Silas
2050  
 
Gregersen, Hedin
1919 1 – 0  
1.4  
 
Nielsen, Torkil
2091  
 
Gaard, Ingolf
1913 ½ – ½  
Bo. 1   Kollafjarðar Talvfelag 1 Rtg 4   Havnar Telvingarfelag 2 Rtg 1½:2½  
2.1  
 
Djurhuus, Arant
1791  
 
Mortensen, Rogvi
1993 0 – 1  
2.2  
 
Thomsen, Bernhard
1988  
 
Hansen, Herluf
1994 0 – 1  
2.3  
 
Joensen, Hanus
1773  
 
Joensen, Oli
1763 1 – 0  
2.4  
 
Olsen, Kaj
1676  
 
Guttesen, Joannes
1710 ½ – ½  
Bo. 2   Klaksvíkar Talvfelag 1 Rtg 3   Havnar Telvingarfelag 1 Rtg ½ :3½  
3.1  
 
Simonsen, Olavur
2189 GM
 
Ziska, Helgi Dam
2543 0 – 1  
3.2  
 
Nolsoe, Rani
2081 FM
 
Berg, Olaf
2204 0 – 1  
3.3  
 
Petersen, Terji
2043  
 
Apol, Luitjen Akselsson
2113 0 – 1  
3.4  
 
Olsen, Wille
2011 FM
 
Samuelsen, Carl Eli Nolsoe
2171 ½ – ½
 

1. deild – støðan

Rk. Lið 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b  TB1   TB2 
1 Sandavágs Talvfelag 1  *   *          3   4   14 8
2 Havnar Telvingarfelag 1      *   *        4   12,5 8
3 Klaksvíkar Talvfelag 2 ½      *   *  2   4       8 3
4 Klaksvíkar Talvfelag 1 ½   ½   2    *   *        5,5 3
5 Havnar Telvingarfelag 2 1     0        *   *    5 2
6 Kollafjarðar Talvfelag 1 0   0            *   *  3 0

Sandavágs Talvfelag er á odda við 14 stigum, Havnar Telvingarfelag er næst við 12½ stigi. Haðani er fitt glopp aftur til Klaksvíkar Talvfelag, sum á triðja plássi hevur 8 stig.
 
Telvað verður ikki aftur fyrr enn 8. januar 2023. Tá eru dystirnir í fimta umfari fyri. Og tá bresta Havnin og Sandavágur saman. Eftir fimta umfar, er kappingin hálvrunnin. Tíggjunda og seinasta umfar verður 18. mars.
 
Dystirnir í fimta umfari verða hesir:
 
5. umfar (8. januar)
Havnin – Sandavágur
Havnin 2 – Klaksvík 1
Klaksvík 2 – Kollafjørður
 
 
 
Hinar deildirnar
 
Í 2. deild er Sandavágs Talvfelag á odda. Higartil hevur ikki eydnast sandavágsmonnum at hava tvey lið í bestu deildini, men kanska verður tað veruleiki komandi kappingarár. Men vestmenningar fara helst at geva teimum ein skarpan gang.
 
Í 3. deild stendur á jøvnum millum sundalagsmenn í felagsliðnum Róki og Tofta Talvfelag, men stutt er aftur til Sandavágs Talvfelag og Kongshavnar Talvfelag.
 
Í 4. deild eru gøtumenn fremstir, og í unglingadeildini eru havnardreingir á odda.
 
Nú er steðgur í landskappingini í øllum deildum til eftir nýggjár.
 
2 deild – støðan
Rk. Lið 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b  TB1   TB2 
1 Sandavágs Talvfelag 2  *   *      3     2   3   10,5 7
2 Vestmanna Talvfelag 1      *   *        3   9,5 6
3 Klaksvíkar Talvfelag 3 1      *   *  2         8 3
4 Kollafjarðar Talvfelag 2     2    *   *        7,5 3
5 Havnar Telvingarfelag 4 2            *   *  1   7 3
6 Havnar Telvingarfelag 3 1   1   ½       3    *   *  5,5 2
 

3 deild – støðan

Rk. Lið 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b  TB1   TB2 
1 Talvfelagið Rókur 1  *   *  0   3     3       9,5 6
2 Tofta Talvfelag 1 4    *   *      ½   1   4   9,5 4
3 Sandavágs Talvfelag 4 1        *   *        8,5 4
4 Kongshavnar Talvfelag 1 ½        *   *        8 4
5 Kollafjarðar Talvfelag 3 1   3   ½        *   *    7 4
6 Sandavágs Talvfelag 3     0          *   *  5,5 2


4 deild – støðan

Rk. Lið 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10  TB1   TB2 
1 Gøtu Talvfelag 1  *      3   4       9,5 6
2 Klaksvíkar Talvfelag 5    *          2 4   8,5 5
3 Klaksvíkar Talvfelag 4    *      3       4 8,5 4
4 Vestmanna Talvfelag 2 1      *        4 3   8 4
5 Havnar Telvingarfelag 5        *    3 3     7,5 4
6 Talvfelagið Rókur 2     1      *      3 6,5 4
7 Gøtu Talvfelag 2 0       1    *      4 5 2
8 Tofta Talvfelag 2   2   0 1      *      3 1
9 Kongshavnar Talvfelag 2   0   1        *    2,5 0
10 Talvfelagið Rókur 3     0     1 0      *  1 0
 

Unglingar – støðan

Rk. Lið 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b  TB1   TB2 
1 Havnar Telvingarfelag 1  *   *  2         4   4   13,5 7
2 Sandavágs Talvfelag 1 2    *   *  2   3       3   10 6
3 Klaksvíkar Talvfelag 1     2    *   *  2   3       7 4
4 Gøtu Talvfelag 1 ½   1   2    *   *  2       5,5 2
5 Havnar Telvingarfelag 2 0       1   2    *   *  1   4 1
6 Sandavágs Talvfelag 2 0   1           2    *   *  3 2

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …