Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Innbjóðing til aðru NM úttøkukapping fyri børn og ung 2022

Innbjóðing til aðru NM úttøkukapping fyri børn og ung 2022

NM úttøkukapping verður aftur komandi leygardag, 26. november í Klaksvík. Kappingin verður í Skúlatrøð og byrjar kl. 10:00. Hettar er onnur út av tveimum undankappingum, har ið børn og ung kappast um pláss í eini finalu, sum verður 10. desember í Gøtu. Har verður telvað um 2 ovastu plássini í 5 ymiskum aldursbólkum, sum sleppa at umboða Føroyar til Norðurlandameistaraskapið í Norra í 2023.

 

Aldursbólkarnir eru hesir:

Bólkur A U20: Fødd í 2003-2005

Bólkur B U16: Fødd í 2006-2007

Bólkur C U14: Fødd í 2008-2009

Bólkur D U12: Fødd í 2010-2011

Bólkur E U10: Fødd í 2012 ella yngri

 

Telvað verða 7 umfør í kviktalvi, og er umhugsunartíðin 10 minuttir + 5 sekund per leik. 

Til ber at tekna seg við at skriva til kappingarleidarin@faroechess.com. Neyðugt er ikki, at hava verið til fyrri kappingina eisini. Øll eru vælkomin. Freistin at tekna seg er fríggjadagin 25. november.

 

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …