Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Úrslit & myndir frá NM úttøkukapping í Klaksvík

Úrslit & myndir frá NM úttøkukapping í Klaksvík

40 børn og ung luttóku í aðru undankapping til NM úttøku í Klaksvík í vikuskiftinum. Kappast var í 4 aldursbólkum, U10, U12, U14 og U16. 8 tey bestu í hvørjum bólki sleppa víðari í eina finalu, sum verður 10. desember í Gøtu. Í finaluni koma tey at kappast um NM luttøku; tí 2 tey bestu úr hvørjum aldursbólki sleppa at umboða Føroyar til Norðurlandameistaraskapið í Norra í februar / mars.

Til U20 bólkin (A) var bara 1 tilmelding hesaferð, og tí varð onki talv telvað. Men av tí at teir bara vóru 3 við í fyrru kappingini eru allir sum luttóku kvalifiseraðir til finaluna. Hesir eru Flóvin Matras Tummasarson, Jón í Horni Nielsen og Pætur Andreasen.

Í U16 (B bólkinum) vóru 7 luttakarar. Teir telvaðu 6 umfør, eitt ímóti hvørjum, umframt eitt fríumfar í part. Har varð Luitjen A. Apol greiður vinnari, við 6/6 stigum. Elias Petersen gjørdist nummar 2 við 5 stigum, og Jónas Sólsker nummar 3 við 3,5 stigum.

Allir sum luttóku í B bólkinum hendan dagin eru kvalifiseraðir til finaluna, umframt Markus Jacobsen, sum luttók í fyrru kappingini í Sandavági.

Í C (U14) bólkinum var eitt sindur meira spennandi í toppinum. Har endaði Brestir Samuelsen sum nummar 1 við 5,5 stigum, og bara 0,5 aftanfyri gjørdist Rókur Davidsen við 5 stigum. Og 0,5 stig aftanfyri hann varð Petur Gardar Magnussen nummar 3 við 4,5 stigum.

Í hesum bólkinum koma eisini allir víðari til finaluna. 7 luttakarir, sum vóru teir somu sum luttóku í fyrru kappingini.

Í bólki D (U12) vóru 10 luttakarir hesuferð. Telvað vórðu 7 umfør, útfrá Swiss skipanini. Greiði vinnarin bleiv Emil Jamil Jacobsen við 6 stigum, sum eisini vann kappingina í Sandavági. Nummar 2 gjørdist Lukas Páll Wiberg við 4,5, sama stigatali sum nummar 3, Oskar Jamil Jacobsen, tó við hægri mótstøðustigi.

Hepnu finalistarnir í bólki D, við úrslitunum samanløgd frá báðum undankappingum gerast so hesir:

Emil Jamil Jacobsen, 12 stig
Lukas Páll Wiberg, 9,5
Oskar Jamil Jacobsen, 9,5
Pætur Andreasen, 9
Sámal Isfeldt Nesá, 7
Matthias McIntosh, 7
Magnus Poulsen, 6
Marner Fríði, 3

Í yngsta bólkinum (U10, bólki E) vóru heili 16 luttakarir við hesuferð. Tey telvaðu eisini 7 umfør útfrá Swiss skipanini. 3 gjørdist jøvn í toppinum við 6 stigum, men útfrá mótstøðustigunum vóru tað syskini Andrew M. Xin og Lisa J. Xin sum deildu 1. plássið, og Baldur Bjarnason Jørgensen gjørdist nummar 3.

 

Báðar undankappingarnar samanlagdar gerast finalistarnir í bólki E so hesir:

Lisa J. Xin, 13 stig
Andrew M. Xin, 11
Baldur Bjarnason Jørgensen, 10
Djóni F. C. Jacobsen, 8,5
Hendrik Hansen, 7,5
Samson Nigroarson Hermansen, 6
Norðan Bjorkson Kunoy, 4,5
Jógvan Samuelsen, 4

 

Finalan í Gøtu

Finalan verður í Gøtu t. 10. desember. Tíð og stað verður kunngjørt skjótast gjørligt. Um onkur, sum er kvalifiseraður til finaluna ikki hevur møguleika til at møta verður biðjið um at siga frá skjótast gjørligt, soleiðis at næsti í røðini fær møguleika til at luttaka. Tit kunnu siga frá á kappingarleidarin@faroechess.com.

Annars er bara eftir at siga hjartaliga tillukku til finalistarnir, stóra takk fyri stóru undirtøkuna til kappingina, og stóra takk til øll sum hjálptu til við væleydnaða tiltakinum. Tað er altíð stuttligt at síggja so nógv børn telva.


Myndir frá kappingini leygardagin kunnu síggjast her:

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …