Seinastu Tíðindini
Tað verður neyðugt við umdysti um føroyameistaraheitið í talvi fyri einstaklingar 2020.
Tað gjørdist greitt, tá finalutalvið í síðsta umfari í dag millum oddafiskarnar Høgna Egilstoft Nielsen og Luitjen Akselsson Apol endaði javnt.
Høgni og Luitjen í finalu
Føroyameistari í talvi 2020 verður antin Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag ella 14 ára gamli Luitjen Akselsson Apol úr Havnar Telvingarfelag.
Høgni á odda
Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag er nú á odda í FM-kappingini í talvi.
Í fimta umfari í gjárkvøldið vann Høgni á Andrias Danielsen úr Tofta Talvfelag, og hevur nú 4½ stig. Luitjen Akselsson Apol, sum byrjaði so væl, hevur nú telvað seinastu tvey talvini jøvn, og er tí eitt hálvt stig aftari. Í gjár mátti Luitjen sættast við javnt móti Heðini Gregersen úr Klaksvíkar Talvfelag.
Luitjen og Høgni javnir
Eftir fjórða umfar í FM-kappingini í talvi sunnudagin stendur á jøvnum í oddanum millum Høgna Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag og Luitjen Akselsson Apol úr Havnar Telvingarfelag.
Luitjen á odda
Yngsti telvarin í Landsliðsbólkinum er fremstur eftir fyrstu trý umførini í FM-talvkappingini fyri einstaklingar í Runavík.
FM live
Fylgjast kann við live á hesum síðum Les meira »
Skert FM
Nú skal føroyameistarin í talvi 2020 finnast.
Tvær ferðir hevur korona lagt meinbogar í vegin fyri FM-kappingini fyri einstaklingar í ár, men nú verður roynt á triðja sinni. Vanliga verður telvað á páskum, men tað var av ongum, tí á grækarismessu herjaði korona á okkum. FM-kappingin var ásett av nýggjum til at byrja tíðliga í august, men tá breyt farsóttin út aftur.
Skráin fyri FM
Paringarnar til FM fyri einstaklingar eru tøkar á: her
Av praktiskum orsøkum eru smávegis broytingar í skránni. Skráin fyri unglingar er niðanfyri skránna hjá Landsliðsbólkinum og Almenna bólkinum. Aftaná síðsta umfar leygardagin 31. okt verður nátturði og steypahandan. Les meira »
Sandavágur økir
Sandavágs Talvfelag styrkti í dag um leiðsluna í landskappingini í 1. deild. Við skerdum liði vunnu vágamenn 3-1 í toppdysti móti klaksvíkingum.
Sandavágur á odda
Landskappingin í talvi millum feløg er byrjað aftur. Í morgin sunnudagin er triðja umfar á skránni.
Í 1. deild hevur Sandavágs Talvfelag fingið bestu byrjanina. Vágamenn hava vunnið báðar dystirnar ruddiliga, og lagt seg greitt á odda.