Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Síðsta umfar verður telvað í Klaksvík

Síðsta umfar verður telvað í Klaksvík

Síðsta umfar í liðkappingini verður telvað leygardagin 18. mars á Skúlatrøð í Klaksvík. Byrjað verður kl. 10.00.

Vart skal gerast við, at í seinasta umfarinum í liðkappingini er ikki loyvt telvarum at flyta niður í lægri lið/deild. 

Dømi: ein telvari, sum hevur telvað við 1. deild í 9. umfari, kann í 10. umfari ikki telva við lægri liði í 1. deild, ella nøkrum øðrum liði í eini lægri deild.

Hesin regul er galdandi fyri allar deildir.

Sí eisini

Hørð byrjan

Føroyar rendu seg í Týskland í fyrsta umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Týskland er styrkismett nummar fimm av teimum gott og væl 200 londunum í kappingini. Hetta var fyrsti dysturin nakrantíð hjá Føroyum móti Týsklandi í talvolympisku kappingunum, men í sokallaðu 8-landakappingunum í 80-unum møttu vit Vesturtýsklandi nakrar ferðir.