Leygardagin 4. mars verður barnatalvkapping fyri lið í kantinuni í skúlanum við Løkin í Runavík. 2 kappingar av hesum slag vóru í 2022 sum upphitingar. Hesaferð er tað finalan, sum er á skránni!
Kappinging byrjar kl. 10:00. 4 børn telva á hvørjum liði, og kunnu liðini gott hava útskiftarar. Talan er um kvik-talv, har ið børnini brúka klokku og fáa 10 minuttir í part til talvið, umframt, at fyri hvønn leiktan leik verða 5 sekund lagt afturat klokkuni.
Kappingin er býtt upp í tveir aldursbólkar: 4. flokkur og yngri og 5. flokkur til og við 10. flokk (inkl. tey í sama árgangi, sum eru farin úr 9.). 5 umfør verða telvað.
Top 3 lið í hvørjum aldursbólki vinna medaljur, og nummar 1 fáa eisini steyp.
Øll eru vælkomin til at melda lið; skúlar, talvfeløg og onnur áhugaði, við at skriva til kappingarleiðaran á kappingarleidarin@faroechess.com. Freistin at tekna til er fríggjadagin, 1. mars kl. 20:00.
Eisini kunnu tit síggja aðrar kappingar á skránni fyri børn og ung komandi mánaðirnar, á talvkalendaranum, sum er at finna her.
Talvsamband Føroya