Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / FM-finalan bíðar

FM-finalan bíðar

Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingarfelag fara aftur í ár at avgera kappingina um FM-heitið í beinleiðis innanhýsis finaludysti í seinasta umfari í landskappingini annan leygardag. 
 
Vágamenn eru tvey stig fremri, men vinna havnarmenn dystin 3-1, hava teir í minsta lagi tryggjað sær umdyst um FM-heitið. Oddaliðini gjørdu bæði bart í níggjunda og næstseinasta umfari í gjár.

Brøðurnir Rógvi Egilstoft og Høgni Egilstoft Nielsen hava fingið 16½ stig av átjan møguligum á ovaru borðunum hjá Sandavágs Talvfelag í vetur. 
 
 
Tveir stórsigrar
 
Sandavágs Talvfelag gjørdi ikki mætari enn at vinna 4-0 á Klaksvík B sunnukvøldið. Eitt stórfingið úrslit, sum undirstrikar kraftina, sum hevur eyðkent teir í vetur. Rógvi Egilstoft gekk undan sum gott fyridømi. Fyrr um dagin var hann sum málskjútti við at tryggja EB/Streymi sigurin í fótbólti, og eftir dystin gekk leiðin beinleiðis av Hólmanum á Eiði norður til Klaksvíkar at telva – og vinna.
 
Klaksvíksliðið er triðfremst í deildini, og Ingolf Gaard hevði helst sigurin í hendi á fjórða borði, men setti so rókin í deyða. Ungi mótstøðumaðurin, Jón í Horni Nielsen, hevur annars staðið seg sera væl hetta fyrsta árið sum fastur maður hjá sandavágsmonnum. Hann hevði dagin fyri – saman við Høgna Egilstoft Nielsen – vunnið við 07 Vestur á ÍF í bestu fótbóltsdeildini.
 
Tað eru alt heilhugaðir kappingarmenn, sum manna oddaliðið í talvi.
 
Føroyameistarnir úr Havnar Telvingarfelag vunnu eisini stórsigur sunnudagin. Mótstøðuliðið var Klaksvík A. Havnarmenn vunnu 3½-½ á heimavølli í Finsen. Helgi Dam Ziska, Martin Poulsen og Carl Eli Samuelsen vunnu, men á triðja borði mátti Olaf Berg kýta seg av øllum alvi fyri at bjarga sær remis móti Terja Petersen. Talvið gjørdist óvanliga drúgt. Terji stríddist at vinna endatalvið við kongi og róki móti kongi og riddara, men Olaf sýndi lýtaleysan teknikk og treiskni til at standa ímóti. Ikki fyrr enn 122 leikir vóru fluttir, sannaði Terji, at hann vann ikki talvið.
 
Triði dysturin millum botnliðini endaði javnur. Tað ber í sær, at vánirnar hjá kollfirðingum at lívbjarga sær í deildini tykjast smáar.
 

1. deild – 9. umfar

9. Umfar tann 2023/03/05 kl. 14:00
Bo. 5   Klaksvíkar Talvfelag 2 Rtg 6   Sandavágs Talvfelag 1 Rtg 0 : 4  
1.1  
 
Baldursson Rani
2012 FM
 
Egilstoft Rogvi
2274 0 – 1  
1.2  
 
Vang Finnbjorn
1994 FM
 
Nielsen Hogni Egilstoft
2394 0 – 1  
1.3  
 
Gregersen Hedin
1919  
 
Nielsen Torkil
2091 0 – 1  
1.4  
 
Gaard Ingolf
1913  
 
Nielsen Jon I Horni
2023 0 – 1  
Bo. 4   Havnar Telvingarfelag 2 Rtg 1   Kollafjarðar Talvfelag 1 Rtg 2 : 2  
2.1  
 
Jogvansson Hjalti Toftum
2018  
 
Djurhuus Arant
1791 0 – 1  
2.2  
 
Hansen Herluf
1994  
 
Morkore Rogvi
1736 0 – 1  
2.3  
 
Berg Margar M.
1912  
 
Joensen Hanus
1773 1 – 0  
2.4  
 
Ziska Andrias
1879  
 
Jacobsen Markus
1398 1 – 0  
Bo. 3   Havnar Telvingarfelag 1 Rtg 2   Klaksvíkar Talvfelag 1 Rtg 3½: ½  
3.1 GM
 
Ziska Helgi Dam
2543  
 
Simonsen Olavur
2189 1 – 0  
3.2 FM
 
Poulsen Martin
2311  
 
Nolsoe Rani
2081 1 – 0  
3.3 FM
 
Berg Olaf
2204  
 
Petersen Terji
2043 ½ – ½  
3.4 FM
 
Samuelsen Carl Eli Nolsoe
2171  
 
Olsen Wille
2011 1 – 0  
 

1. deild – støðan fyri síðsta umfar

Rk. Lið 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b  TB1   TB2 
1 Sandavágs Talvfelag 1  *   *    4 3 4 30 18
2 Havnar Telvingarfelag 1    *   *  4 4 4 28 16
3 Klaksvíkar Talvfelag 2 ½ 0  *   *  2 2 4 3 1   15,5 6
4 Klaksvíkar Talvfelag 1 ½ ½ ½ 2 2  *   *    4 15 6
5 Havnar Telvingarfelag 2 1 ½ 0 0 1    *   *  2 11 5
6 Kollafjarðar Talvfelag 1 0 ½ 0 0 3   0 2  *   *  8,5 3
 
10. umfar (leygardagin 18. mars)
Sandavágur – Havnin (FM-finala)
Klaksvík A – Havnin B
Kollafjørður – Klaksvík B

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …