Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Spenningur um FM-heitið

Spenningur um FM-heitið

Hálvtannað stig skilir oddaliðini í FM-stríðnum í talvi, nú tvey umfør eru eftir í landskappingini. Vágamenn eru framvegis á odda, men havnarmenn eru nú í hølunum á teimum.  Sunnudagin er næstsíðsta umfar á skránni, og leygardagin 18. mars endar kappingin við innanhýsis dysti millum toppliðini.
 
 
Sandavágsmenn og havnarmenn í einum av mongu toppdystunum seinnu árini um føroyameistaraheitið í talvi.
 
 
7. umfar – vágamenn økja
 
Sjeynda umfar var telvað 5. februar. Her vunnu sandavágsmenn ruddiliga á øðrum liði hjá Havnini. Bara Sjúrður Thorsteinsson á 1. borði hjá havnarliðnum, sum hevur verið ógvuliga lítið við í vetur, stóð mótstøðumanninum kurl.
 
Føroyameistararnir knógvaðu við bit og slit javnt sterka B-liðnum hjá klaksvíkingum. Stórmeistarin var ikki við á havnarliðnum henda dagin, kortini vóru havnarmenn greiðir favorittar við væl hægri styrkitali á hvørjum borði. Men hvussu var og ikki, so endaði javnt á trimum borðum; bara Olaf Berg vann, soleiðis at dysturin endaði 2½-1½ til FM-liðið.
 
Í triðja dystinum gjørdi Klaksvík A bart móti uppflytarunum úr Kollafirði, og vunnu á øllum borðum.
 
7. umfar – 1. deild
 
7. Umfar tann 2023/02/05 kl. 14:00
Bo. 4   Havnar Telvingarfelag 2 Rtg – 6   Sandavágs Talvfelag 1 Rtg ½ :3½ PGN
1.1  
 
Thorsteinsson Sjurdur
2143 – FM
 
Egilstoft Rogvi
2274 ½ – ½ PGN
1.2  
 
Berg Margar M.
1912 – FM
 
Nielsen Hogni Egilstoft
2394 0 – 1 PGN
1.3  
 
Ziska Andrias
1879 –  
 
Eydsteinsson Silas
2050 0 – 1 PGN
1.4  
 
Joensen Oli
1763 –  
 
Nielsen Jon I Horni
2023 0 – 1 PGN
Bo. 3   Havnar Telvingarfelag 1 Rtg – 5   Klaksvíkar Talvfelag 2 Rtg 2½:1½ PGN
2.1 FM
 
Poulsen Martin
2311 –  
 
Baldursson Rani
2012 ½ – ½ PGN
2.2 FM
 
Berg Olaf
2204 –  
 
Rasmussen Steintor
1990 1 – 0 PGN
2.3  
 
Apol Luitjen Akselsson
2113 –  
 
Gregersen Hedin
1919 ½ – ½ PGN
2.4 FM
 
Samuelsen Carl Eli Nolsoe
2171 –  
 
Gaard Ingolf
1913 ½ – ½ PGN
Bo. 2   Klaksvíkar Talvfelag 1 Rtg – 1   Kollafjarðar Talvfelag 1 Rtg 4 : 0 PGN
3.1  
 
Simonsen Olavur
2189 – FM
 
Simonsen Hans Kristian
2198 1 – 0 PGN
3.2  
 
Nolsoe Rani
2081 –  
 
Djurhuus Arant
1791 1 – 0 PGN
3.3  
 
Petersen Terji
2043 –  
 
Morkore Rogvi
1736 1 – 0 PGN
3.4  
 
Olsen Wille
2011 –  
 
Joensen Hanus
1773 1 – 0 PGN
 
 
 
8. umfar – munurin styttist
 
Í áttanda umfari sunnudagin fingu sandavágsmenn veruliga mótstøðu móti A-liðnum hjá klaksvíkingum. Tað endaði javnt á trimum borðum, men á øðrum borði vann føroyameistarin Høgni Egilstoft Nielsen og tryggjaði vágamonnum sigurin í dystinum. Hetta var áttandi sigurin hjá Høgna á rað í landskappingini. hann hevur sum tann einasti fult stigatal í 1. deild.
 
Havnarmenn gjørdu sína skyldu móti botnliðnum, og vunnu 4-0. Men her var ein sensasjón í umbúna. Hin ungi Árant Djurhuus telvaði sum ein brandur, og hevði at síggja til stórmeistaran Helga Dam Ziska á knøunum, men fjálturin hevur mestur ørkymlað kollfirðingin so mikið, at hann misti tráðin. Helgi loftaði sær kringur í sperdari støðu, og var mentur at venda hóttandi tapi til sigurs á næstan gátuføran hátt.
 
Í triðja dystinum vann B-liðið hjá Klaksvík á B-liðnum hjá Havnini. Á 4. borði vann hin blaðungi Rógvi Olsen við einans 1400 í styrkitali. Rógvi er sonur fyrrverandi  fleirfalda føroyameistaran úr Klaksvíkar Talvfelag, Heini Olsen, sáli.
 
 

8. umfar – 1. deild

8. Umfar tann 2023/02/26 kl. 14:00
Bo. 6   Sandavágs Talvfelag 1 Rtg – 2   Klaksvíkar Talvfelag 1 Rtg 2½:1½ PGN
1.1 FM
 
Egilstoft Rogvi
2274 –  
 
Simonsen Olavur
2189 ½ – ½ PGN
1.2 FM
 
Nielsen Hogni Egilstoft
2394 –  
 
Petersen Terji
2043 1 – 0 PGN
1.3  
 
Nielsen Torkil
2091 –  
 
Olsen Wille
2011 ½ – ½ PGN
1.4  
 
Nielsen Jon I Horni
2023 –  
 
Gregersen Hedin
1908 ½ – ½ PGN
Bo. 1   Kollafjarðar Talvfelag 1 Rtg – 3   Havnar Telvingarfelag 1 Rtg 0 : 4 PGN
2.1  
 
Djurhuus Arant
1791 – GM
 
Ziska Helgi Dam
2543 0 – 1 PGN
2.2  
 
Thomsen Bernhard
1988 – FM
 
Poulsen Martin
2311 0 – 1 PGN
2.3  
 
Joensen Hanus
1773 – FM
 
Berg Olaf
2204 0 – 1 PGN
2.4  
 
Jacobsen Eivind
1699 – FM
 
Samuelsen Carl Eli Nolsoe
2171 0 – 1 PGN
Bo. 5   Klaksvíkar Talvfelag 2 Rtg – 4   Havnar Telvingarfelag 2 Rtg 3 : 1 PGN
3.1  
 
Baldursson Rani
2012 –  
 
Mortensen Rogvi
1993 0 – 1 PGN
3.2  
 
Vang Finnbjorn
1994 –  
 
Hansen Herluf
1994 1 – 0 PGN
3.3  
 
Gaard Ingolf
1913 –  
 
Berg Margar M.
1912 1 – 0 PGN
3.4  
 
Olsen Rogvi Heinason
1400 –  
 
Hannesarson Silas G.
1711 1 – 0 PGN



Hálvtannað stig er nú á muni millum oddaliðini. Líkt er til, at avgerðin verður aftur at falla í seinna sínamillum dystinum í síðsta umfari.
 
Kollfirðingar eru í stórum vanda at flyta úr deildini aftur, men sunnudagin er lykadystur millum Kollafjørð og Havnina B, sum heldur ikki kann kenna seg tryggan enn.
 

Støðan í 1. deild eftir 8 umfør

Rk. Lið 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b  TB1   TB2 
1 Sandavágs Talvfelag 1  *   *  2½   3½   3½ 2½ 3 3½ 4 3½ 26 16
2 Havnar Telvingarfelag 1 1½    *   *  2½ 2½ 3½   2½ 4 4 4 24,5 14
3 Klaksvíkar Talvfelag 2 ½   1½ 1½  *   *  2 2 4 3 1   15,5 6
4 Klaksvíkar Talvfelag 1 ½ 1½ ½   2 2  *   *  1½   2½ 4 14,5 6
5 Havnar Telvingarfelag 2 1 ½ 1½ 0 0 1 2½    *   *  2½   9 4
6 Kollafjarðar Talvfelag 1 0 ½ 0 0 3   1½ 0 1½    *   *  6,5 2


9. umfar (sunnudagin 5. mars)
Klaksvík B – Sandavágur
Havnin A – Klaksvík A
Havnin B – Kollafjørður
 
10. umfar (leygardagin 18. mars)
Sandavágur – Havnin A
Klaksvík A – Havnin B
Kollafjørður – Klaksvík B
 
 
Hinar deildirnar
 
Tvey umfør eru eftir í øllum fimm deildunum í landskappingini í talvi. Spenningurin er ikki sørur í flest øllum deildum.
 
Alt bendir á, at Sandavágs Talvfelag fær eitt lið aftrat í bestu deildini komandi ár. Gaman í eru klaksvíkingar beint í hølunum á vágamonnum í 2. deild, men við sínum báðum liðum í 1. deild, ið ikki eru í niðurflytingarvanda, er greitt, at klaksvíksliðið í 2. deild kann ikki flyta upp.
 
Afturímóti tykjast vestmenningar vera í fríum falli. Tað er heilt stutt síðani, at teir telvaðu í 1. deild, nú standa teir til at falla niður í 3. deild. So lágt munnu teir ikki hava ligið fyrr. Menn enn hava teir møguleikar at verða hangandi í deildini.
 
Í 3. deild eru teir á eystara armi á Skálafjørðinum í harðari kapping við sundalagsmenn í Róki um uppflyting, og tað ber ikki beinari á enn so, at oddaliðini bæði bresta saman í týðandi dysti sunnudagin.
 
Í 4. deild eru liðini tíggju í alt. har gongur eisini lívliga fyri seg, og bara fýra stig eru frá tí fremsta til lið nummar fýra. Har kann tí framvegis alt henda, tó at bara tvey umfør eru eftir.
 
Í unglingadeildini hava havnardreingir verið fremstir allan vetur, og snáva teir ikki nú í spurtinum, vinna teir helst FM-heitið.
 

Støðan í 2. deild

Rk. Lið 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b  TB1   TB2 
1 Sandavágs Talvfelag 2  *   *  3 1½ 2½   2 3 3 2½ 2½   20 13
2 Klaksvíkar Talvfelag 3 1 2½  *   *  2 2½ 2½   3½   1½ 3½ 19 11
3 Kollafjarðar Talvfelag 2 1½   2 1½  *   *  2½ 1½ 2   1½ 3½ 16 6
4 Havnar Telvingarfelag 4 2 1 1½   1½ 2½  *   *  1 2½ 2½   14,5 7
5 Havnar Telvingarfelag 3 1 1½ ½   2   3 1½  *   *  1 3 13,5 5
6 Vestmanna Talvfelag 1 1½   2½ 0 2½ ½ 1½   3 1  *   *  12,5 6
9. umfar (sunnudagin 5. mars)
Klaksvík – Havnin A
Vestmanna – Havnin B
Kollafjørður – Sandavág
 
 

Støðan í 3. deild

Rk. Lið 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b  TB1   TB2 
1 Kongshavnar Talvfelag 1  *   *  ½   3½ 3 1½ 4 2½ 2 3½   20,5 11
2 Talvfelagið Rókur 1 3½    *   *  0 1½ 3 2 2½   3 3½ 19 11
3 Tofta Talvfelag 1 ½ 1 4 2½  *   *  1½   4   1 2½ 17 8
4 Sandavágs Talvfelag 4 2½ 0 1 2 2½    *   *  1½ 3 3½   16 9
5 Sandavágs Talvfelag 3 1½ 2 1½   0   2½ 1  *   *  1½ 2 12 4
6 Kollafjarðar Talvfelag 3 ½   1 ½ 3 1½ ½  

…

Sí eisini

ST Open verður í vikuskiftinum

Komandi vikuskiftið verður ST Open telvað í felagshølunum hjá Sandavágs Talvfelag. Kappingin er partur av …