Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Úrslit og myndir frá barnatalvkappingini fyri lið (finaluni) í Runavík 04.03

Úrslit og myndir frá barnatalvkappingini fyri lið (finaluni) í Runavík 04.03

10 lið tóku lut í finaluni leygardagin, sum var telvað í Runavík. Talan er um barnatalvkappingina fyri lið. 2 kappingar av hesum slag vóru telvaðar í 2022, sum ein roynd til at eggja serliga nýbyrjarum til at vera við til talvkapping.

Finalan var telvað í Skúlanum við Løkin í 2 aldursbólkum. 4. fl. og yngri og 5 fl. og eldri.  5 umfør í yngra, og 6 umfør í eldra bólkinum. Tíðin sum var nýtt á klokkuni var 10 minuttir í part pluss 5 sekund per leik. Eitt stuttligt tiltak og sum altíð við nógvum áskáðarum.

Stuðlað tiltakinum høvdu Betri Banki við gávu til børnini, MBM og Kjølbro Heilsøla, við drekka og ábiti, umframt baklandið hjá Kongshavnar Talvfelag, við kaffi og kakum.

 

Úrslit

Nummar 1, 2 og 3 fingu medaljur og fingu vinnararnir eisini steyp. Borgarstjórin í Runavíkar Kommunu, Torbjørn Jacobsen handaði vinningarnar, og helt skemtiliga, eggjandi røðu.

Í yngra bólkinum var tað havnin sum fór avstað við øllum vinningunum. HT1, HT2 og HT3 fingu ávíkavist 1., 2., og 3. pláss. Sera flott! 

Í eldra bólkinum vóru 4 lið, og tí varð avgjørt at telva 2 ferðir ímóti hvørjum øðrum. Har var tað eisini Havnin, sum fór avstað við fyrsta plássinum, og nummar 2 og 3 gjørdust Klaksvíkar og Sandvágs Talvfelag.

 

Stóra takk fyri eina góða kapping! Niðanfyri síggjast fleiri myndir frá degnum.

Talvsamband Føroya

 

 

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.