Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / GP 7 verður telvað leygardaign

GP 7 verður telvað leygardaign

Leygardagin 11. mars kl. 17 verður talvkapping á netinum. Øll eru vælkomin at royna seg í kappingini, bæði roynd og minni roynd.

Kappingin verður telvað á væl umtóktu heimasíðuni chess.com. Fyri at luttaka í kappingini, skal ein hava brúkara á chess.com og verða limur í bólkinum hjá Talvsamband Føroya. Bólkurin er at finna her: Talvsamband Føroya – Skakklub – Chess.com

Bert brúkarar, har mann sær, hvør stendur aftanfyri brúkarar, sleppa í bólkin.

Kappingin byrjar leygardagin kl. 17.00. Telvað verða 7 umfør við tíðini 10 min. + 5 sek/leik. Chess.com letur upp fyri tilmelding ein tíma áðrenn. T.v.s. leygardagin kl. 16.00. Kappingin er at finna her: Spil skak online gratis med venner og famile – Chess.com

Kappingin er partur av Grand Prix kappingini hjá Talvsamband Føroya. Meira kann lesast um ta kappingina her: Reglugerð fyri Grand Prix – Talvsamband Føroya (faroechess.com)

Kappingin skuldi eftir ætlan avgreiðast 4. februar, men av tí at okkurt gekk galið við servaranum hjá chess.com, verður kappingin telvað av nýggjum.

Sí eisini

NM fyri gentir – gott hál seinastu umførini

Sunnudagin endaði NM kappingin fyri gentir, og seinastu tvey umførini fingu okkara gentir góða úrtøku, …