Kviktalvkappingin fyri børn GT Barna Open var í Gøtu í farna vikuskifti. 5 umfør vóru telvaði við tíðini 10 min + 5 sekund per leik. 40 børn luttóku!
Telvað var í tveimum aldursbólkum. 4. fl. og yngri og 5. fl. og eldri. Í eldra bólkinum var tað Hanus á Lógv úr Klaksvík sum vann sannførandi, við fullum stigatali, 5/5. Á øðrum plássi var Poul THomsen við 4 stigum, og á deildum 3. plássi vóru Herbert Holm Johannessen og Elian Højgaard við 3,5 stigum í part.
Sí nærri um úrslitini á her: https://chess-results.com/tnr740020.aspx?lan=32&art=1&turdet=YES
Í yngra bólkinum vóru 22 luttakarir. Har gjørdist Djóni Jakobsen úr Havn greiði vinnarin eisini við fullum stigatali. Á øðrum plássi gjørdist Lisa J. Xin við 4 stigum, eins og nummar 3 og 4, tó við meiri mótstøðustigum. Síðani fingu Andrew M. Xin og Baldur Bjarnason Jørgensen hvør sína bronsumedalju.
Her er meira um úrslitini frá yngra bólkinum: https://chess-results.com/tnr740019.aspx?lan=32&art=1&turdet=YES
Stóra takk til øll fyri væl eydnaða kapping, og takk til vertin, Gøtu Talvfelag. Nú er bara ein barnatalvkapping av hesum slag eftir áðrenn summar, og hon verður í Vestmanna, VT Barna Open, t. 26. mars. Innbjóðing til hesa kapping verður at síggja á www.faroechess.com nærri tíðini.
Talvsamband Føroya