Føroyar vunnu annan dystin og taptu hin í dupultumfarinum mánadagin í talvkappingini fyri smátjóðir í Evropa í San Marino.
Føroyar vunnu 3-1 á Luksemburg í øðrum umfari í morgun. Helgi Dam Ziska og John Rødgaard vunnu á ovaru borðunum. Helgi vann í stórum stíli í einum knúsandi kongsálopi. John Rødgaard kom út í langt talv, sum var javnt, men hin treiskaðist meira enn gott var fyri at vinna, og endin var, at hann leyp framav. John var ógvuliga tryggur í støðuni, og dugdi væl at revsa morðgíriga mótstøðumannin.
Á aftaru borðunum var javnt. Sjúrður Thorsteinsson hevði fyrimunin í endatalvinum á 3. borði, men var kanska ikki nóg neyvur, og mátti til endans sættast við remis.
Les meira »