Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Stavn um stavn

Stavn um stavn

Sandavágsmenn koppaðu oddaliðnum úr Havn í toppdystinum í fimta umfari í landskappingini í talvi í dag.
 
Nú stendur á jøvnum millum vágamenn og havnarmenn í fremstu deildini. Bæði liðini hava 15 stig hvør, og eru fýra stig undan triðja liðnum í røðini. 
 
Kanska fáa vit aftur eina beinleiðis FM-finalu, tá oddaliðini hittast aftur í seinasta umfari 26.mars.

Rógvi Egilstoft (hm) telvaði javnt á 1. borði móti stórmeistaranum, Helga Dam Ziska (vm), sum hevði fult stigatal fyri dystin í dag. Her er talvið teirra millum í dag júst byrjað.
 
 
Høgni sigursharri
 
Tað var føroyameistarin, Høgni Egilstoft Nielsen, sum tryggjaði Sandavágs Talvfelag sigurin í dag. Høgni vann á Carl Eli Samuelsen á øðrum borði. Á hinum borðunum endaði javnt. 
 
Aldursmunurin var størstur á fjórða borði. Har togaðust 15 ára gamli Luitjen Akselsson Apol og 57 ára gamli Torkil Nielsen. Luitjen royndi við hvíta fólkinum, men talvið endaði javnt. Sjúrður Thorsteinsson stríddist at vinna á triðja borði, eftir at teir vóru lidnir á hinum borðunum, men hóast Silas Eyðsteinsson var eitt sindur kroystur, eydnaðist honum at varðveita javnvágina, og fáa talvið javnt.
 
 
Treystir vágamenn
 
Sandavágsmenn eru drúgvir. Hóast havnarmenn høvdu hægri styrkital á trimum av fýra borðum, vóru teir kortini ikki mentir at vinna nakað talv í dag. At allir á sandavágsliðnum eru ítróttarmenn og spæla fótbólt í fremstu røð – tann elsti spældi sum kunnugt, tá hann var yngri – ger kanska, at teir hava hesa serligu kappingaríleguna, sum fær teir at spenna seg út og avrika á høgum stigi, tá ið á stendur.
 
Annað dømi um góða kappingarmoralin hjá vágamonnum er teirra støðufesti. Hóast teir fáast við elituítrótt, er tað rárasta hending, at teir ikki eru fullmannaðir. Havnarmenn hava seks telvarar í alt, sum skiftast. Í dag vóru hvørki Martin Poulsen ella Olaf Berg tøkir. Annar situr í sóttarhaldi og hin hevði forfall av arbeiðsávum. Teir eru annað og triðja borð hjá Havnini, men fimm av teimum seks í 1. liðshópinum hjá Havnar Telvingarfelag eru toluliga javnsterkir – Helgi Dam Ziska er tann ókrýndi kongurin. 
 
 
Klaksvíkingar dragna
 
Útlitini til at Klaksvíkar Talvfelag í vetur fór at leggja seg út í kappingina við oddaliðini seinastu árini – Sandavágur og Havnin – eru fánaðar nú í seinastuni. Moldosvki stórmeistarin, Vladimir Hamitevici, hevur ikki verið við í seinastu tveimum dystunum, og tað merkist.
 
Í løtuni stendur kappingin um triðja plássið millum Klaksvík og annað lið hjá Havnini. Teir møttust í dag, og úrslitið var javnleikur 2-2. Her hendi tað, at Hjalti Toftum Jógvansson heldur óvæntað vann á Ólavi Simonsen á 1. borði.
 
Í triðja dystinum vann Klaksvík B tepran sigur á Vestmanna.
 
 
5. Umfar tann 2021/11/20 kl. 10:00
Bo. 3   Havnar Telvingarfelag 1 Rtg 6   Sandavágs Talvfelag 1 Rtg 1½:2½
1.1 GM
 
Ziska, Helgi Dam
2544 FM
 
Egilstoft, Rogvi
2369 ½ – ½
1.2 FM
 
Samuelsen, Carl Eli Nolsoe
2171 FM
 
Nielsen, Hogni Egilstoft
2401 0 – 1
1.3  
 
Thorsteinsson, Sjurdur
2128  
 
Eydsteinsson, Silas
2046 ½ – ½
1.4  
 
Apol, Luitjen Akselsson
2174  
 
Nielsen, Torkil
2151 ½ – ½
Bo. 4   Havnar Telvingarfelag 2 Rtg 2   Klaksvíkar Talvfelag 1 Rtg 2 : 2
2.1  
 
Jogvansson, Hjalti Toftum
1988  
 
Simonsen, Olavur
2217 1 – 0
2.2  
 
Hansen, Herluf
1985  
 
Nolsoe, Rani
2055 0 – 1
2.3  
 
Berg, Margar M.
1975  
 
Petersen, Terji
2030 0 – 1
2.4  
 
Ziska, Andrias
1871  
 
Eliassen Hansen, Bogi
0 1 – 0
Bo. 5   Klaksvíkar Talvfelag 2 Rtg 1   Vestmanna Talvfelag 1 Rtg 2½:1½
3.1  
 
Baldursson, Rani
1990  
 
Andreasen, Jakup A.R.
1999 ½ – ½
3.2  
 
Vang, Finnbjorn
2000  
 
Hojgaard, Samson
1969 1 – 0
3.3  
 
Gaard, Ingolf
1912  
 
Brekka, Martin
0 0 – 1
3.4  
 
Kalso, Steffan
0  
 
Debes, Ingolf
1659 1 – 0
 
Støðan í 1. deild, nú kappingin er hálvrunnin:
 
1 Sandavágs Talvfelag 1  *   *        4     15,0 10
2 Havnar Telvingarfelag 1    *   *        4   15,0 8
3 Havnar Telvingarfelag 2      *   *  2   3   3   11,0 5
4 Klaksvíkar Talvfelag 1   ½   2    *   *  3     10,5 5
5 Klaksvíkar Talvfelag 2 0   ½   1   1    *   *    5,0 2
6 Vestmanna Talvfelag 1 ½   0   1   ½      *   *  3,5 0
Í hinum deildunum eru ikki allir dystir telvaðir sum ætlað, og nøkur úrslit eru ikki greið enn. Meira er at síggja á heimasíðu Talvsambandsins – faroechess.com.
 
Um tvær vikur verður sjøtil settur á seinnu leikhálvu í landskappingini. Dystirnir í sætta umfari verða sunnudagin 23. januar.

Sí eisini

Úttøka til NM fyri børn og ung

Sunnudagin 1. desember bleiv telvað um føroyameistaraheitið fyri børn og ung í Stranda skúla. Samstundis …