Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / GP3 verður telvað á netinum

GP3 verður telvað á netinum

Eftir ætlan skuldi Rókur-Open verða telvað í vikuskiftinum, men avgjørt er at hava eina talvkapping á netinum ístaðin, nú nógv korona smitta er í samfelagnum. Kappingin verður leygarkvøldið kl. 18.00.

Øll áhugaði eru vælkomin at luttaka í kappingini, sum verður fyriskipað á bólkinum hjá Talvsamband Føroya á chess.com. Bólkurin er at finna her: Talvsamband Føroya – Skakklub – Chess.com

Fyri at luttaka í kappingini, má biðast um limaskap til bólkin. Limaskapur verður bert givin brúkarum, har tað sæst, hvør eigarin av brúkaranum er.

Telvað verða 7 umfør við tíðini 10 min. + 5 sek/leik.

Chess.com letur upp fyri tilmelding ein tíma áðrenn kappingin byrjar. T.v.s. at møguligt er at melda seg til sjálva kappingina eftir kl. 17.00 leygarkvøldið. Tilmelding til kappingina fer fram her: Spil skak Online – Chess.com

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.