Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Talvkapping á Eiði sunnudagin

Talvkapping á Eiði sunnudagin

Eftir ein longri steðg frá almennum talvkappingum, verður skipað fyri talvkapping á Eiði sunnudagin kl. 14. Kappingin er partur av GP-kappingunum, sum eru fyri øll, bæði roynd og óroynd.

Tilmelding higartil: Trýst her

Tíð:

Tíðin til alt talvið verður 3 min. + 2 sek/leik. Telvað verða 9 umfør.

Vinningar:

  1. 750 kr.
  2. 500 kr.
  3. 250 kr.

3 x ratingsvirðisløn á 200 kr.

Vinningarnir hækka, um nógvar tilmeldingar eru.

Luttøkugjald:

Vaksin 100 kr.

Undir 16 ár 50 kr.

Luttøkugjaldið skal gjaldast á staðnum, áðrenn telvað verður.

Tilmelding:

Tilmelding á kappingarleidarin@faroechess.com ella sms til 740400, í seinasta lagi fríggjakvøldið kl. 20.00.

Stað:

Telvað verður í skúlanum á Eiði.

 

Møtið fjølment !

Talvfelagið Rókur

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.