Sunnudagin 9. januar verður 5. umfar í liðkappingini telvað í 1.-3. deild. Í 4. deild verður 4. umfar telvað.
GG. Av tí at vit í Føroyum í løtuni eru so hart rakt av korunu, hevur Talvsambandið gjørt av, at um minst 2 av 6 teimum hægst styrkismettu telvarunum hjá 1. liði í einum felag eru raktir av koronu ella sóttarhaldi, so verður dysturin útsettur. Bert telvarar, ið higartil hava luttikið í liðkappingini fyri felagið, verða fevndir av hesum. Neyðugt er at boða kappingarleiðaranum frá, um hetta verður aktuelt.
Heitt verður annars á feløgini um at vísa varsemi og tryggja sær, at reinførið er í lagi, og at frástøða verður hildin so væl, sum til ber. Víst verður annars til almennu koronutilmælini.
Í 1. deild verða dystirnir í 5. umfari:
Havnar Telvingarfelag 1 – Sandavágs Talvfelag 1
Havnar Telvingarfelag 2 – Klaksvíkar Talvfelag 1
Klaksvíkar Talvfelag 2 – Vestmanna Talvfelag 1
Í 2. deild verða dystirnir í 5. umfari:
Sandavágs Talvfelag 2 – Kollafjarðar Talvfelag 2
Havnar Telvingarfelag 3 – Klaksvíkar Talvfelag 3
Rókur 1 – Kollafjarðar Talvfelag 1
Í 3. deild verða dystirnir í 5. umfari:
Tofta Talvfelag 1 – Kongshavnar Talvfelag 1
Sandavágs Talvfelag 3 – Kollafjarðar Talvfelag 3
Havnar Telvingarfelag 4 – Vestmanna Talvfelag 2
Í 4. deild verða dystirnir í 4. umfari:
Klaksvíkar Talvfelag 5 – Sandavágs Talvfelag 4
Rókur 3 – Gøtu Talvfelag 1
Kongshavnar Talvfelag 2 – Havnar Telvingarfelag 5
Rókur 2 – Klaksvíkar Talvfelag 4
Liðkappingin heldur annars fram sambært talvkalendaranum á www.faroechess.com.
Feløgini kunnu avgera innanhýsis at telva aðrar dagar og boða kappingarleiðaranum frá hesum.