Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Vágamenn stavnin undan

Vágamenn stavnin undan

Sandavágs Talvfelag á odda. F.v. Silas Eyðsteinsson, Rógvi Egilstoft og Høgni Egilstoft Nielsen. Saman við Torkil Nielsen manna teir FM-liðið hjá vágamonnum.
 
Bæði oddaliðini vunnu stórsigrar í sjeynda umfari í fremstu deildini í landskappingini í talvi sunnudagin.
 
Føroyameistarnir úr Sandavágs Talvfelag vundu úr B-manningini hjá Havnar Telvingarfelag, og otaðu seg eitt hálvt stig framum A-liðið hjá havnarmonnum. Sandavágur hevur nú 21½ stig, Havnin 21. Fimm stig eru aftur til Klaksvík á triðja plássi, ið sostatt má metast at vera gliðið úr FM-stríðnum.
 
 
Fóru við øllum
 
Vágamenn gjørdu bart á Finsen. Tá tríggir tímar vóru farnir, sást framvegis ikki, hvønn veg tað bar í dystinum millum Havnina B og Sandavág. Tað bylgdist aftur og fram á øllum fýra borðum. Men væl líður eftir hjá sandavágsmonnum. Eitt lítið kvink her, eitt annað har, stigvíst verður akkumulerað, teir kýta seg nærlagdir, tíðin er knøpp hjá summum, tað ríður um snarið, kann fara báðar vegir, flutt verður í skundi, bæði á hesum og hasum borðinum gjálvar, lítið er út at geva, men tá ið krútroykurin hevur lagt seg, hava allir vunnið.  4-0 til føroyameistarnar móti liðnum, sum leingi hevur verið á triðja plássi í kappingini.
 
A-liðið hjá Havnini vann 3½-½ á Klaksvík B. Obligatoriska mannfallið hjá havnarmonnum – í dag høvdu Olaf Berg, Carl Eli Samuelsen og Sjúrður Thorsteinsson forfall – gav Hjalta Toftum Jógvanson møguleikan á fjórða borði. Hann loysti uppgávuna upp á stás. Helgi Dam Ziska og Martin Poulsen vunnu á fremru borðunum, men á triðja borði endaði javnt millum Luitjen Akselsson Apol og Ingolf Gaard.
 
Spenningur er nú í botnstríðnum millum Vestmanna og Klaksvík B. Vestmenningar eru farnir at rakna við, og hava nú fingið Klaksvík B aftur. Eftir góða dystin móti oddaliðnum úr Sandavági í sætta umfari, fingu klaksvíkingar harða mótstøðu í dag. Eitt nú vann Jákup á Rógvi á Ólavi Simonsen á 1. borði, men dystin vunnu klaksvíkingar kortini tepurt.
 
Samanumtikið er at siga, at stórur spenningur valdar bæði í toppi og botni í fremstu deildini, nú trý umfør eru eftir.
 
 
7. umfar – 1. deild
7. Umfar tann 2022/02/06 kl. 14:00
Bo. 4   Havnar Telvingarfelag 2 Rtg – 6   Sandavágs Talvfelag 1 Rtg 0 : 4
1.1  
 
Mortensen, Rogvi
2018 – FM
 
Egilstoft, Rogvi
2361 0 – 1
1.2  
 
Hansen, Herluf
1985 – FM
 
Nielsen, Hogni Egilstoft
2384 0 – 1
1.3  
 
Berg, Margar M.
1975 –  
 
Eydsteinsson, Silas
2046 0 – 1
1.4  
 
Merkistein, Suni
1901 –  
 
Nielsen, Torkil
2168 0 – 1
Bo. 3   Havnar Telvingarfelag 1 Rtg – 5   Klaksvíkar Talvfelag 2 Rtg 3½: ½
2.1 GM
 
Ziska, Helgi Dam
2539 –  
 
Baldursson, Rani
1990 1 – 0
2.2 FM
 
Poulsen, Martin
2302 –  
 
Johansen, Haldur Suni
1985 1 – 0
2.3  
 
Apol, Luitjen Akselsson
2126 –  
 
Gaard, Ingolf
1912 ½ – ½
2.4  
 
Jogvansson, Hjalti Toftum
1988 –  
 
Kalso, Steffan
1567 1 – 0
Bo. 2   Klaksvíkar Talvfelag 1 Rtg – 1   Vestmanna Talvfelag 1 Rtg 2½:1½
3.1  
 
Simonsen, Olavur
2217 –  
 
Andreasen, Jakup A.R.
1999 0 – 1
3.2  
 
Nolsoe, Rani
2055 –  
 
Hojgaard, Samson
1969 1 – 0
3.3  
 
Petersen, Terji
2030 –  
 
Brekka, Martin
2059 1 – 0
3.4  
 
Skorastein, Simun
1637 –  
 
Olsen, Alfred A.
1806 ½ – ½



Støðan í 1. deild eftir 7. umfør

Rk. Lið 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b  TB1   TB2 
1 Sandavágs Talvfelag 1  *   *  2½   2½   2½ 4 4   3½ 2½ 21,5 14
2 Havnar Telvingarfelag 1 1½    *   *  3½   2½ 2½ 3½ 3½ 4   21,0 12
3 Klaksvíkar Talvfelag 1 1½   ½    *   *  2   3 3 3½ 2½ 16,0 9
4 Havnar Telvingarfelag 2 1½ 0 1½ 1½ 2    *   *  3   3   12,5 5
5 Klaksvíkar Talvfelag 2 0   ½ ½ 1 1 1    *   *  2½   6,5 2
6 Vestmanna Talvfelag 1 ½ 1½ 0   ½ 1½ 1   1½    *   *  6,5 0


Skráin fyri írestandi umførini í fremstu deildini er henda:
 
8. umfar (27. februar)
Sandavágur – Klaksvík
Vestmanna – Havnin
Klaksvík B. – Havnin B.
 
9. umfar (13. mars)
Klaksvík B. – Sandavágur
Havnin – Klaksvík
Havnin B. – Vestmanna
 
10. umfar (26. mars)
Sandavágur – Havnin
Klaksvík – Havnin B.
Vestmanna – Klaksvík B.
 
 
Hinar deildirnar
 
Telvað hevur eisini verið í hinum trimum deildunum í dag, men summir dystir vórðu útsettir, í øðrum føri vanta úrslit, so yvirlitið er ófullfíggjað. Til ber at síggja meira nágreiniliga á heimasíðu Talvsambandsins – faroechess.com.

Sí eisini

ST Open verður í vikuskiftinum

Komandi vikuskiftið verður ST Open telvað í felagshølunum hjá Sandavágs Talvfelag. Kappingin er partur av …