Tað stendur framvegis á jøvnum millum oddaliðini í landskappingini í talvi. Sandavágsmenn og havnarmenn fylgjast í toppstríðnum. Bæði hava 17½ stig hvørt eftir seks av tíggju umførum.
Seinnapartin verður telvað í øllum deildum. Tá eru dystirnir í sjeynda umfari á skránni.
Dystirnir í fyrsta umfari í seinnu hálvu í landskappingini broyttu ikki støðuna. Sætta umfar var hitt fyrsta í nýggja árinum eftir steðgin um árskifftið. Sjøtil var settur á hetta umfar fyri tveimum vikum síðani, men korona hevur tarnað so mikið, at ikki fyrr enn fríggjakvøldið í hesi vikuni var alt liðugt.
Teprir sigrar
Hvørki av oddaliðunum var heilt sannførandi. Bæði vunnu sínar dystir, men sigrarnir vóru teprir. Vágamenn fingu dygga mótstøðu frá Vestmanna Talvfelag, sum er aftast í deildini. Óvæntað koppaði Ingolf Debes á fjórða borði fleirfalda føroyameistaranum Torkil Nielsen, sum forkom sær allari støðuni í einum leiki, tá hann brádliga snávaði. Slík mistøk kunnu sjálvt teir bestu stundum gera.
Brøðurnir Rógvi og Høgni vóru sum vant eirindaleysir á toppborðunum hjá vágamonnum, men á triðja borði var javnt millum Silas Eyðsteinsson og Martin Brekká.
Í hinum báðum dystunum var talan um innanhýsis uppgerðir – havnarmenn móti havnarmonnum og klaksvíkingar móti klaksvíkingum. Feløgini hava hvør síni tvey lið í bestu deildini. A-liðið hjá Klaksvík vann 3-1, men sum vant hevði A-liðið hjá Havnini sítt stríð av B-liðnum. Unga stjørnuskotið Luitjen Akselsson Apol mátti leggja kongin á fjórða borði. Fjøruti ár eldri mótstøðumaðurin telvaði í síni tíð á liði saman við abba Luitjeni. 15 ára gamli Luitjen hevur annars staðið seg sera væl í vetur, og mennist í hvørjum.
Helgi Dam Ziska og Olaf Berg vunnu sannførandi á ovaru borðunum á A-liðnum hjá Havnini, men á triðja borði mátti Carl Eli Samuelsen sættast við remis móti Margari Berg, sum hevur góða úrtøku í dystunum móti A-liði felagsins.
Støðan í 1. deild eftir sætta umfar
Rk. | Lið | 1a | 1b | 2a | 2b | 3a | 3b | 4a | 4b | 5a | 5b | 6a | 6b | TB1 | TB2 |
1 | Sandavágs Talvfelag 1 | * | * | 2½ | 2½ | 2½ | 4 | 3½ | 2½ | 17,5 | 12 | ||||
2 | Havnar Telvingarfelag 1 | 1½ | * | * | 3½ | 2½ | 2½ | 3½ | 4 | 17,5 | 10 | ||||
3 | Klaksvíkar Talvfelag 1 | 1½ | ½ | * | * | 2 | 3 | 3 | 3½ | 13,5 | 7 | ||||
4 | Havnar Telvingarfelag 2 | 1½ | 1½ | 1½ | 2 | * | * | 3 | 3 | 12,5 | 5 | ||||
5 | Klaksvíkar Talvfelag 2 | 0 | ½ | 1 | 1 | 1 | * | * | 2½ | 6,0 | 2 | ||||
6 | Vestmanna Talvfelag 1 | ½ | 1½ | 0 | ½ | 1 | 1½ | * | * | 5,0 | 0 |
Dystirnir í sætta umfari – 1. deild
6. Umfar tann 2022/01/23 kl. 14:00 | ||||||||||||
Bo. | 6 | Sandavágs Talvfelag 1 | Rtg | – | 1 | Vestmanna Talvfelag 1 | Rtg | 2½:1½ | ||||
1.1 | FM |
|
2361 | – |
|
1999 | 1 – 0 | |||||
1.2 | FM |
|
2384 | – |
|
1969 | 1 – 0 | |||||
1.3 |
|
2046 | – |
|
2059 | ½ – ½ | ||||||
1.4 |
|
2168 | – |
|
1659 | 0 – 1 | ||||||
Bo. | 5 | Klaksvíkar Talvfelag 2 | Rtg | – | 2 | Klaksvíkar Talvfelag 1 | Rtg | 1 : 3 | ||||
2.1 |
|
1990 | – |
|
2217 | 0 – 1 | ||||||
2.2 |
|
1912 | – |
|
2055 | 0 – 1 | ||||||
2.3 |
|
1862 | – |
|
2030 | 0 – 1 | ||||||
2.4 |
|
1872 | – |
|
2027 | 1 – 0 | ||||||
Bo. | 4 | Havnar Telvingarfelag 2 | Rtg | – | 3 | Havnar Telvingarfelag 1 | Rtg | 1½:2½ | ||||
3.1 |
|
2018 | – | GM |
|
2539 | 0 – 1 | |||||
3.2 |
|
1985 | – | FM |
|
2199 | 0 – 1 | |||||
3.3 |
|
1975 | – | FM |
|
2181 | ½ – ½ | |||||
3.4 |
|
1901 | – |
|
2126 | 1 – 0 |
Hinar deildirnar
Í hinum deildunum gongur eisini javnt á í toppstríðnum.
Í stuttum kann sigast, at í 2. deild kýta kollfirðingar seg at vinna seg upp í bestu deildina aftur, í triðju deild liggja toftamenn framvið at flyta upp í næstbestu deildina, og í fjórðu deild liggja gøtumenn á upplfytingarkós.
Topparnir í deildunum eru hesir:
2. deild:
Kollafjørður 18 stig
Klaksvík 17½
Sandavágur 13½
Í alt 6 lið
3. deild
Toftir 15½
Havnin 14½
Kongshavn 13
Í alt 6 lið
4. deild
Gøta 14
Havnin 14
Sandavágur 12
Í alt 9 lið
7. umfar í dag
Trettan dystir eru á skránni í dag í øllum fýra deildum. Í 1. deild verður telvað soleiðis:
Havnin B. – Sandavágur
Havnin A. – Klaksvík B.
Klaksvík A. – Vestmanna
Bæði oddaliðini telva tí undir somu lon – í hølum Havnar Telvingarfelags ovast í Finsen. Byrjað verður klokkan fjúrtan.