25 ára gamli Rógvi Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag tryggjaði sær í dag annan IM-normin í altjóða talvkappingini Runavík Open, sum endaði í Løkshøll í kvøld.
Javnleikur í seinasta umfari í dag móti russiska stórmeistaranum Aleksandr Karpatchev var eitt minstakrav, skuldi málið røkkast, og tað eydnaðist við bit og slit. Tap tóktist vera í hendi hjá vágamanninum, men kringur fløkti hann støðuna so væl, at russiski stórmeistarin misti tráðin, so at talvið kortini endaði javnt. Les meira »
Talvsamband Føroya Faroechess