Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Tilmelding til liðkappingina 2020/2021

Tilmelding til liðkappingina 2020/2021

Hervið verða feløgini biðin um at tekna lið til liðkappingina 2020/2021.

Hesi feløg hava lið í:

1. deild: Havnin 1, Sandavágur 1, Klaksvík 1, Havnin 2, Kollafjørður 1,  og Klaksvík 2 (flutt upp úr 2. deild).

2. deild: Vestmanna 1 (flutt niður úr 1. deild), Havnin 3, Kollafjørður 2, Runavík 1, Sandavágur 2 og Klaksvík 3 (flutt upp úr 3. deild).

Harumframt verða feløgini biðin um at tekna lið til kappingina í 3. deild og unglingum.

 

Tilmeldingarfreisin er mikudagin 23. september 2020, so vinarliga sendi kappingarleiðaranum tilmeldingarnar áðrenn ta tíð.

Umráðandi er eisini, at feløgini senda inn styrkilistar sínar.  Á styrkilistanum skal upplýsast fyri hvønn einstakan telvara: Navn, føðidato og e-mail.

Eisini skal upplýsast hvør er liðformaður fyri tey ymsu liðini, umframt kontaktupplýsingar fyri viðkomandi (navn, tlf. og teldupostbústað).

Ætlanin er, at liðkappingin byrjar sunnudagin 04. oktober 2020.

 

Dómaraseðlar og avrit av talvum skulu sendast til:

Rógvi Egilstoft

á Barnalofti 11

FO 470 Eiði

 

Við talvkvøðu,

TALVSAMBAND FØROYA

Rógvi Egilstoft, kappingarleiðari

kappingarleidarin@faroechess.com

Tlf. 271404

cropped-logo_fp.png

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …