Fríggjadagin kl. 17 setast 24 telvarar við talvborðini í Løkshøll í Runavík. Ein føroyameistari, ein unglingaføroyameistari og ein vinnari av almenna bókinum skulu finnast.
Í landsliðsbólkinum luttaka 8 telvarar, harav 4 fyrrverandi føroyameistarar: Høgni Egilstoft Nielsen (Sandavágs Talvfelag), Martin Poulsen (Havnar Telvingarfelag), Hans Kristian Simonsen (Kollafjarðar Talvfelag) og Rani Nolsøe (Klaksvíkar Talvfelag).
Høgni má metast sum stórfavorittur at gerast føroyameistari, men væntast kann at hann fær harða mótstøðu í fleiri av talvunum, sjálvt um spennið ímillum hægsta og lægsta telvaran er áleið 600 ratingstig.
Telvað verða 7 umfør, soleiðis at allir møta hvørjum øðrum einaferð.
Í almenna bólkinum eru 10 luttakar, og ratingfavoritturin í bólkinum er Jóannes Guttesen úr Havnar Telvingarfelag, men sera stutt er til nr. 2, Einar Gregersen (Klaksvíkar Talvfelag), og nr. 3, Brandur Højgaard (Runavíkar Talvfelag). Tætt er eisini ímillum styrkistølini á hinum telvarunum, so hetta kann vænast at gerast tann mest spennandi bólkurin.
Telvað verða somuleiðis 7 umfør í hesum bólkinum.
Í unglingabólkinum eru 6 luttakarar, og her er Flóvin M. Tummasarson (Klaksvíkar Talvfelag) stórfavorittur. Tó so, 5 av teimum 6 telvarunum hava luttikið í NM fyri skúlaungdóm, so onki skal takast fyri givið. Serliga spennandi verður tað eisini at síggja tann 6. og órataða telvaran, Silas Hannesarson, telva. Silas hevur ikki telvað klassik langtalv áður, men hevur fingið góð úrslit í snar- og kviktalv kappingum, so man hann ikki fara at klára at gera ein vørr.
Allir telva einaferð ímóti hvørjum øðrum, og sostatt verða 5 umfør telvaði.
Soleiðis verður telvað í fyrsta umfari, fríggjadagin 07/08 kl. 17:
Landsliðsbólkur
- Andrias Danielsen – Luitjen Akselsson Apol
- Margar M Berg – Heðin Gregersen
- Rani Nolsøe – FM Høgni Egilstoft Nielsen
- FM Martin Poulsen – FM Hans Kristian Simonsen
Almenni bólkur
- Rógvi Mørkøre – Joannes Guttesen
- Einar Gregersen – Sigurd Joensen
- Bessi Bjarnasson – Brandur Højgaard
- Henrik W. Joensen – Gunnleif Rasmussen
- Jens á Líknargøtu – Eivind Jacobsen
Unglingabólkur
- Petur G. Magnussen – Brestir Samuelsen
- Rókur Davidsen – Silas G. Hannesarson
- Elias Petersen – Flóvin M. Tummasarson
Nakrar tilmeldingar eru komnar til barnabólkin, men tað skulu nakrar fleiri til, áðrenn tann kappingin verður hildin, sum áður lýst. Tilmeldingarfreistin er flutt til hósdagin 13/8 kl. 18.
Leinkja til paringar, úrslit og støður finst á heimasíðu Talvsambandsins, https://faroechess.com