Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Aðalfundurin verður 30. septembur

Aðalfundurin verður 30. septembur

Aðalfundurin hjá Talvsambandi Føroya verður mikudag tann 30. septembur 2020.

Tíð og stað verða lýst seinni.

Uppskot til viðgerðar á aðalfundinum skulu vera skrivlig og skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi 14 dagar áðrenn aðalfundin, t.v.s. tann 16. septembur 2020.

Uppskot skulu verða liðugt orðað – sett fram av talvfeløgum ella nevnd TSF – og greið at seta til atkvøðugreiðslu.

Uppskot kunnu sendast á umvegis teldupost á faroechess@faroechess.com 

Skrá sambært lógunum:

  1. Formaðurin greiðir frá virki felagsins í farna ári
  2. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar
  3. Nevndarval
  4. Val av 2 grannskoðarum
  5. Val av 2 dómsnevndarlimum
  6. Innkomin uppskot
  7. Limagjald
  8. Ymiskt

Í nevndini sita:

Finnbjørn Vang, form. (stendur fyri vali)

Katrin Didriksen Apol (stendur fyri vali)

Ingolf Gaard (stendur fyri vali)

Elmar R. Fjallheim

Ingi Wiberg

 

Møtið fjølment !

 

Nevndin

Sí eisini

Sigurð er ársins eldsál í talvi

Tá telvarar um alt landið hittust í Havn síðsta leygardag til árliga steypakappingardagin, nýtti Talvsambandið høvið til á samkomu um kvøldið at heiðra ymsar telvarar. Høgni Egilstoft Nielsen var kosin ársins telvari, Baldur B. Jørgensen var kosin ársins stjørnuskot, og Sigurð Joensen var kosin ársins eldsál.