Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Tað er mangur leikur í longum talvi

Tað er mangur leikur í longum talvi

Tað var spenningur og dramatikkur við lít, tá landskappingin í talvi endaði í gjár. Vanliga verður seinasta umfarið avgreitt sum stórt felagsumfar, men Korona-støðan bar í sær, at vent var aftur til vanligu mannagongdina, at heimaliðini skipaðu fyri sínum dystum.
 
Mesti spenningurin var á Giljanesi, har oddaliðini í 1. deild brustu saman í rættari FM-finalu. Havnarmenn tóku øll á bóli við einum knúsandi stórsigri á meistaraliðnum í Vágum. 3½-½ sigurin bar í sær, at steypið endaði aftur í Havn. 

Havnarliðið tóktist væl fyrireikað. Stórmeistarin Helgi Dam Ziska hevði havt allan leikhópin saman í vikuni, og har var løgd ein greið dystarætlan niður í smálutir fyri hvørt borð. Í samráð við hinar var avrátt, at hin einans 14 ára gamli Luitjen Akselsson Apol skuldi fáa uppgávuna at telva við svarta fólkinum móti toppskjúttanum hjá vágamonnum, Torkil Nielsen, á 4. borði. Ungi evnaríki telvarin lønti hinum álitið aftur við at vinna ógvuliga sannførandi, og geva útiliðnum eina flúgvandi byrjan í dystinum.
 
Til endans lá alt á herðunum á fleirfalda føroyameistaranum Martin Poulsen á 2. borði. Hóast hann hevði yvirav sær mótstøðumenn við hægri styrkitali, var hann kortini ósvikaligur tryggur og koppaði á øðrum sinni í landskappingini í vetur favorittinum Rógva Egilstoft Nielsen, og so var alt liðugt. Tá hevði Olaf Berg eisini vunnið á 3. borði, og Helgi Dam Ziska tikið remis á 1. borði móti Høgna Egilstoft Nielsen.
 
Havnarliðið er ósigrað í kappingini í vetur. Teir vunnu sjey dystir og spældu tríggjar javnar. Tað er hugvekjandi, at báðir dystirnir móti øðrum liði hjá Havnini endaðu javnir. Telvararnir á øðrum liði vóru tí um reppið at forkoma felagnum meistaraheitið. Hugvekjandi er tað eisini, at báðir toppdystirnir millum Havnina og Sandavág endaðu við stórsigri 3½-½ til føroyameistararnar.
 
Í hinum endanum í deildini var annar lykladystur. Kollfirðingar og vestmenningar telvaðu sínamillum um hvat av teimum liðunum fór at varðveita sætið í deildini. Dysturin endaði 2-2, og tað rakk hjá kollfirðingum. Vestmenningar gjørdust júst ov stuttir. Hitt einaferð so stolta talvfelagið í Vestmanna noyðist tí tungu gongdina niður í 2. deild eftir einans eitt ár í fremstu deildini.
 
FM-finaludysturin er í gongd á Giljanesi. Havnarmenn høgrumegin, vágamenn vinstrumegin. Fremru borðini eru ovast í myndini. Fremst sæst Torkil Nielsen í djúpum tonkum á 4. borði. 14 ára gamli mótstøðumaðurin Luitjen Akselsson Apol sæst hugsunarsamur á gólvinum aftanfyri lærumeistaran á 1. borði. Mynd: jn.fo
 
Til endans sótu Martin Poulsen og Rógvi Egilstoft Nielsen eftir við tí avgerandi talvinum. Mynd: jn.fo

Dystirnir í seinasta umfari í 1. deild vóru hesir:

 

  Sandavágur 

Rat

 

  Havnin 

Rat

½ :3½

FM

Nielsen, Hogni Egilstoft

2413

GM

Ziska, Helgi Dam

2533

½ – ½

FM

Nielsen, Rogvi Egilstoft

2382

FM

Poulsen, Martin

2266

0 – 1

 

Eydsteinsson, Silas

2040

FM

Berg, Olaf

2225

0 – 1

 

Nielsen, Torkil

2145

 

Apol, Luitjen Akselsson

2129

0 – 1

 

  Klaksvík 

Rat

  Havnin 2

Rat

2 : 2

Rasmussen, Steintor

2075

Mortensen, Rogvi

2034

½ – ½

Nolsoe, Rani

2057

Merkistein, Suni

1897

½ – ½

Petersen, Terji

1988

Berg, Margar M.

1859

0 – 1

Gaard, Ingolf

1921

Gaard, Jaspur T.

1670

1 – 0

 

  Kollafjørður 

Rat

  Vestmanna 

Rat

2 : 2

FM

Simonsen, Hans Kristian

2180

Andreasen, Jakup A.R.

1986

½ – ½

 

Jacobsen, Heidrikur T.

1868

Hojgaard, Samson

1969

½ – ½

 

Thomsen, Bernhard

2012

Brekka, Martin

2049

0 – 1

 

Joensen, Hanus

1807

Olsen, Alfred

1799

1 – 0


Og her sæst talvan við øllum dystarúrslitunum og endaligu støðuni í 1. deild:
 
Rk. Hold 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b  TB1   TB2   TB3 
1 Havnin   *   *  2 2 2 4 4 3 30,0 17 0
2 Sandavágur  ½ ½  *   *  4 2 3 4 3 4 4 28,5 15 0
3 Klaksvík 2 0 2  *   *  3 2 2 3 3 22,0 12 0
4 Havnin 2 2 2 1 ½ 1 2  *   *  3 17,0 7 0
5 Kollafjørður  0 0 0 1 2 1 1  *   *  2 2 11,5 5 0
6 Vestmanna  ½ 1 0 0 ½ 1 2 2  *   *  11,0 4 0
 
Úrtøkan hjá telvarunum á vinnandi liði Havnar Telvingarfelags í ár er hendan:
 
Helgi Dam Ziska 7/8
Martin Poulsen 5/6
Olaf Berg  4½/6
Luitjen Akselsson Apol 6/8
Sjúrður Thorsteinsson 4/6
Carl Eli Samuelsen 1/2
Rógvi Mortensen 0/1
Leif Reinert Fjallheim 1½/2
Andrias Ziska 1/1
 
HT og ST
 
Í samfull tíggju ár hevur kappingin um meistaraheitið í landskappingini í talvi staðið millum Havnar Telvingarfelag og Sandavágs Talvfelag. Sigursrøðin er hendan:
 
2011 ST
2012 HT
2013 ST
2014 ST
2015 ST
2016 ST
2017 HT
2018 HT
2019 ST
2020 HT
 
FM-heitið í ár er hitt 24 hjá aldursforsetanum í føroyskari telving. Havnar Telvingarfelag var stovnað í 1923, og gongur tí móti teimum hundrað árunum. Landskappingin í talvi byrjaði í 1971. Býtið av FM-sigrum í fremstu deildini er hetta:
 
HT (Havnar Telvingarfelag) 24
KTF (Klaksvíkar Talvfelag)    8
ST (Sandavágs Talvfelag)     6
VT (Vestmanna Talvfelag)   6
KT (Kollafjarðar Talvfelag)   4
TT (Tofta Talvfelag)               1
TFS (Talvfelagið Streymur)   1
 
Klaksvík vann hinar deildirnar
 
Klaksvíkar Talvfelag gjørdi bart og vann bæði 2.- og 3. deild í ár. Tað vísir breiddina hjá felagnum. Tað tykist, sum hevur felagið ikki av álvara fótað sær aftur sum tað topplið, tað í nógv ár var, síðan felagsins aðalstuðul í mong ár, Heini Olsen, doyði fyri júst tíggju árum síðani. 
 
Klaksvíkar Talvfelag vann sítt higartil síðsta meistaraheiti í 2010, men hevur endað á nærum hvørjum ári síðani sum nummar trý í fremstu deildini – aftanfyri kappingarneytarnar Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingarfelag. Men breiddin svitast framvegis ikki. Og tað tekst ikki frá klaksvíkingum, at teir eiga fleiri javntgóðar telvarar enn flest øll onnur feløg.
 
Í ár vóru klaksvíkingar í flokki fyri seg í 2. deild og tryggjaðu sær spælandi sætið í 1. deild komandi kappingarár við einum liði aftrat. Og hartil eydnaðist eisini felagnum at strúka avstað við sigrinum í 3.deild við. Tað kom til endans at standa á jøvnum millum klaksvíkingar og toftamenn, men eftir regluni um mótstøðustig vunnu klaksvíkingar fínteljingina.
 
 
2. deild 10. umfar
Gøta-Klaksvík 2-2
Kollafjørður-Havnin 2½-1½
Sandavágur-Runavík 1½-2½
 
Endaliga støðan í 2. deild
Klaksvík 28 stig
Havnin 23
Kollafjørður 20½
Runavík 18
Sandavágur 17
Gøta 13½
 
Fegnir klaksvíkingar – bestir í bæði 2.- og 3. deild.
 
3. deild
 
Síðsta umfar
Toftir-Kollafjørður 3-1
Havnin-Klaksvík ½-3½ 
Vestmanna-Rókur 2½-1½
Sandavágur-Runavík 3½-½
Kollafjørður-Havnin B ½-3½
 
Endaliga støðan í 3. deild
Klaksvík 31 stig
Toftir 31 stig
Sandavágur 231
Kollafjørður 22½
Havnin 21½
Rókur 20½
Sandavágur B 18
Vestmanna 15½
Runavík 15
Kollafjørður B 12½
Havnin B 8

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …