Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / FM í talvi fyri einstaklingar avlýst/útsett

FM í talvi fyri einstaklingar avlýst/útsett

Vegna nýíkomnu COVID-19 støðuna, hava Runavíkar Talvfelag og Talvsamband Føroya valt at avlýsa FM fyri einstaklingar, ið skuldi telvast komandi tvey vikuskiftini.

Seinni í ár verður støða tikin til, um FM 2020 verður hildið.

Við talvkvøðu,

Runavíkar Talvfelag og Talvsamband Føroya

 

 

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.