Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Snartalvkapping fyri smálandatjóðir á lichess.org – allir føroyingar kunnu luttaka

Snartalvkapping fyri smálandatjóðir á lichess.org – allir føroyingar kunnu luttaka

Sunnudagin 28. juni, frá kl. 15.30 til kl. 18, skipar European Small Nations Association (ESNA) fyri eini online liðkapping í snartalvi (5 min + 3 sek). 

Telvað verður ímóti hinum smálandatjóðunum, og allir føroyskir telvarar  kunnu luttaka í kappingini.

Endamálið við kappingini er í høvuðsheitum at styrkja hugsjónina og virðini um eindina, samanhaldi og luttøku.

  • Einans tey 10 limalondini í ENSA eru við í kappingini
  • Hvørt landið sær bjóðar sínum limum á liðið, og sendir teimum leinkju til liðsíðuna
  • Hvørt land kann hava óavmarkað tal av luttakarum, umboðandi sítt land

Spæliskipanin er “Team Battle” Arena Tournaments á lichess.org:

  • Hvør telvari verður tilvildarliga paraðar við telvarum á hinum liðunum
  • Tá ið talvið er liðugt, verður parað við aðrar mótstøðuleikarar, uttan at skula bíða
  • Telvarar kunnu møtast meira enn einaferð
  • Telvarar kunnu koma seint uppí kappingina, ella fara úr kappingini tíðliga. Um ein telvari missur sambandið av onkrari orsøk, í meðan telvað verður, er møguleiki fyri at tapa talvið
  • Tey samanløgdu stigini fyri 4 av teimum hægst styrkismettu telvarunum telur fyri ta endaliga úrslitið hjá liðinum

Fyri at skráseta seg á tí føroyska liðinum, skal henda mannagongd fylgjast:

  1. Skráset teg á tí føroyska liðinum her: https://lichess.org/team/faroese-chess-federation
    1. Vinarliga gev til kennar, hvør tú ert, tá ið skrásett verður (við navni ella FIDE ID).
  2. Skráset teg til at luttaka í kappingini her: https://lichess.org/tournament/pZ1aL7In
    1. Hetta kann gerast, eftir at TSF hevur góðkent teg at kunna luttaka á liðinum

Føroyar hava áður vunnið hesa liðkapping í vanligum, klassiskum talvi, so lat okkum endurtaka bragdið við at vinna hesa online kappingina – so tað er eitt at gera: melda til og koma at telva!

Við talvkvøðu,

Talvsamband Føroya

Sí eisini

NM fyri gentir – síðsti dagur

Í gjár vóru 2. og 3. umfar á skránni, og úrtøkan var soltin. Lisa og …